Fróðskaparrit - 01.01.1957, Síða 10
16
Eitt sindur um sukursjúkuna í Føroyum
Berg sigur okkum, at í 1851 vórðu veltar 5137 tunnur av
eplum, men hann sigur einki um eplavelting í 60*árunum,
tá ið hann var í Føroyum. Urtøkan úr eplaveltingini í
Føroyum er misjøvn á ymsum støðum; hon man sum oft*
ast geva 6*faldan eplavøkstur. Setepli verða at taka frá, og
tað verða 658 tunnur. Tað verða so bert 4281 tn. til
nýtslu í húsarhaldinum. í Føroyum vóru við fólkateljing*
ina hin '/2 1850 8137 fólk14. Seta vit eina tunnu av epb
um til at viga 100 kg., verða 144 g av eplum til hvørt
fólk um dagin.
Vit síggja, at í fyrru helvt av 19. øld kom eitt sindur
av eplum aftur at tí dagligu føðini hjá hvørjum einstøk*
um, — 144 g um miðjuna á øldini. Og eyðvitað vóru í
Bergs tíð onnur kolvætu enn mjøl og epli í tí dagliga
matinum hjá fólkinum í Føroyum. Flvørji hesi hava verið
og hvussu nógv, gevur bókin okkum ongar upplýsingar
um. Men tað er uttan iva rætt, tá ið sagt verður, at hetta
hava verið tey somu evni sum í Landts tíð og at kalla í
somu nøgd.
Fara vit nú 70—80 ár fram í tíðina, til árið 1935, síggja
vit at hvør einstakur íbúgvi í Føroyum — tilkomin eins
væl og smábørn — yvirhøvur fekk 343 g av breyði um
dagin, bakað úr 300 g av mjøli. Aftur at tí koma ikki
minni enn 389 g av eplum — ein partur veltur í Før*
oyum, og ein partur fluttur inn. Fólkatalið var hin 5. nov.
1935 2574412 og ein tn. av eplum er sum oman fyri nevnt
sett til 100 kg. Seteplini eru drigin frá. Aftur at hesum
báðum tølunum fyri breyð og epli koma mong onnur
kolvætumikil føðievni, og í stórari nøgd: Ertrar, havra*
grýn og onnur grýn, skipsbreyð, «bisquits», gularøtur,
appelsinur, súrepli, rosinur, sviskur, blommur, søtimeti,
siroppur, sjokulata, marmulata o. m. a„ og ómetalig nøgd
av sukuri. Bert av sukuri varð flutt inn so nógv, at tað
verða 128 g til hvønn einstakan um dagin.
Talið 128 tykist ófatiliga stórt, men er uttan iva beint.
Alt hetta sukur kemur sjálvandi ikki á borðið sum sukur.