Fróðskaparrit - 01.01.1957, Qupperneq 14
Drunnur
Eftir Chr. Matras.
í hini frálíku bókini Sær er siður landi (1949) sigur
Rasmus Rasmussen okkum frá, hvussu livandi føstuhaldið,
hesin arvurin frá katólskari tíð, var á bygd eini 70 ár her=
fyri. Hann tekur so til orðanna (bls. 149): «Ikki fór kjøt*
potturin upp yvir eldin í føstuni, heldur ikki var kjøt havt
til viðskera heima við hús í føstu, og tað er ivamál,
hvussu beint tað var, at lata bein út í súpan til bót í
føstu; tó høvdu útróðrarmenn kjøt við sær í føstu sum
aðrar tíðir, tí úti á báti guldu aðrir siðir enn uppi á
landi». Hann leggur so afturat (bls. 154): «Páskamorgun
var mikil kjøtdagur í bóndansgarði». Hetta fær okkum at
hugsa um reglurnar, sum sungnar vórðu fyri okkum í
barnaárunum: «Fegin vildi muður mín / fingið ein feskan
lambsdrunn / fyrsta páskamorgun». Hesar reglurnar eru,
hóast tær ikki eru uppskrivaðar fyrr enn um miðjuna av
seinastu øld, komnar úr føroyskum miðaldarskaldskapi, og
eru tær so elsta dømið um, at føroyingar kalla ein part (eitt
stykki) av lambskrovinum drunn. Annað er so tað, at fáur
man í Føroyum, seinni í tíðini í hvussu er, hava smakkað
feskan lambsdrunn páskamorgun. — Annars er, sum vant,
so, at í orðabókarhandritunum hjá J. C. Svabo (hitt elsta
er frá 1773) er orðið («drunnur, s. m.») fyrstu ferð skriftí
fest. Av týðingum har er nóg mikið at nevna tað, sum
høvuðshandritini hava, M, sum Nicolai Mohr (hann doyði
1790) hevur skrivað, og S1, sum Svabo skrivaði heima í