Fróðskaparrit - 01.01.1957, Blaðsíða 18
24
Drunnur
o. s. v.» — Ur tí, sum Hammershaimb í Færøsk Antho*
logi (I, 404—411) hevur um brúdleyp, og sum er frá
seinni tíð enn tað, sum umrøtt er í Morskabslæsning,
loyvi eg mær at taka hetta pettið (409—10): «Brúðarmesss
an var hildin, sálmarnir sungnir, øll høvdu verið uppi at
offra — mong bangin í hjarta, at okkurt skuldi vera skeift
atborið, so sum at gloyma at bukka og neya fyri brúður
og brúðgómi, tá ið tey komu utar úr kóri, tí tá vistu tey
sær, at slíkt varð ikki niðurlagt, men haft á lofti við
borðið til stuttleika, tá ið drunnurin, prýddur við lit=
aðum bondum, var framborin av høvuðskokkinum við
skemtingarrímu til gestirnar at yrkja yvir; — eingin, sum
drunnurin var settur fyri, kundi skjóta hann frá sær til
ein annan við borðið, fyrr enn hann hevði loyst seg við
at siga okkurt, sum bar í rím.»
Á føroyskum hevur eingin, tað eg veit, greitt so gjølla
frá hesum brúdleypssiðinum sum Rasmus Rasmussen í
Sær er siður á landi (bls. 109—110). Fyrst greiðir hann
frá, hvat ið var á nátturðaborðinum, og leggur so afturs
at: «Ein rættur, sum tó meira var til borðprýði enn til
búkfyllu, mátti ikki skorta á nøkrum líkinda náttverðar*
borði í brúdleypi, og hann var: Drunnurin. Hesin siður,
at hava drunn at ríma um við brúdleypsborð, er til enn,
men tá í tíðini varð ikki hugsandi til brúdleyps uttan
drunn. Skikkur var, at hava hann á fyrsta náttverðarborði,
seinni kom tann skikkur, at hava hann við døgurðaborðið.
Drunnurin var ein vælskorin hárógva av oksa, um hann
var til, ella av øðrum feitineyti, ein hárógva av stórum
feitiseyði var heldur eingin skomm. Halin mátti verða
skorin so langur, sum til bar, og boygdur uppá framyvir,
síðan varð drunnurin prýddur við silkibondum og blomstr*
um, flagg var stundum á honum við . . . Drunnurin varð
fyrst settur fyri ein skilamann, og tað var ein av teimum
mongu skeinkjarum, ið bar hann fram. Hann varð settur
á borðið við einari rímu, sum tó ikki nýttist at vera stórt
skaldaverk. Hon kundi ljóða sum so: «Hesin drunnur er