Fróðskaparrit - 01.01.1957, Side 25
Drunnur
31
í írskum skrivað drond, og kanska varð sagt so (við
— nd —) tíðliga í víkingatíðini. Annað er tó eisini hugs*
andi, um vit halda íslendska orðið vera tað sama sum tað
føroyska og hjaltlendska; eg hugsi her um tað, at onnur
(íslendsk) orð kunnu hava ávirkað formin. Hvussu er ella
ikki, íslendska orðið er í merkingini «tað aftasta av rygg*
inum á neyti» so líkt tí føroyska, at eg fái meg illa at
trúgva, at drundur ikki hevur sama uppruna sum drunn*
ur. Henda merkingin, eg nevndi, er til í handriti frá um
1780—90 (Lbs. 99 fol., t. e. Hannes Finsson: Dictiona«
rium Islandico*Latinum): sbr. týðing Blóndals (av Suður=>
landi): «hryggur, bak, einkum á kú, ryg, bag, især pá
køer»; sbr. eisini handritið Lbs. 220, 8vo, har týðingin
er «rófubein, rassbein». Hannes Finsson hevur eisini merk=
ingina «tað, sum hildið verður um á violin» («manubrium
instrumenti musici qvod vocatur Violine»). Lbs. 220, 8vo,
sigur harafturat frá, at Páll (Jónsson) skáldi (1779—1846;
hann vaks upp í Vestmannaoyggjum) hevur givið upp
orð drund (hvørkikyn?): «podex anus / Rumpe»; sbr.
Blóndal (drundur, m.): «rass, bagdelen af et menneske».
Annað handrit (19. øld), Lbs. 307, 4to, hevur: «drund:
anus». Merkingin «flatus» er mær ikki kunnig uttan frá
Blóndali, sum eisini sigur, at á Suðurlandi verður málisk*
an kveða drundrímur nýtt í merkingini «pedere». Um
hetta grova ella skemtingarsama orðafellið sipar til, at
onkuntíð hava sunnlendingar kent siðin at ríma um drunn,
tori eg einki at siga. Óhugsandi er tað ikki. — Alt saman=
tikið fáa vit sagt hetta um tað íslendska tilfarið í vanligí
um máli, at drundur er helst annað snið á tí orðinum,
sum í føroyskum eitur drunnur (ella druður). Men aft*
ur at hesum skal eg leggja, at Hermann Pálsson magist*
ari, lektor í Edinburgh, hevur givið mær henda listan við
staðanøvnum, sum at vísa seg innihalda sama orðið: «1.
Drundur, bær í Árnessýslu; 2. Drundur, bær á Miðnesi;
3. Drundshóll (og Drundslág), Eyvindarhóli, Rangárvallas.
4. Drundur, hjáleiga frá Reykhólum, Barð. (Sóknarlýs.)».