Fróðskaparrit - 01.01.1957, Qupperneq 28
Løgin fyribrigdi hjá hvali.
(Odd Points about Whales).
Eftir A. St. G. Huggett*)
Vanligt er at halda, at fiskur livir í sjónum, fuglur í
loftinum og súgdýr á landi. Kanska verður eisini játtað,
at froskdýr (Amphibia), eitt nú froskur, og skriðdýr
(Reptilia), eitt nú alligator, fáa livað bæði á landi og í
vatni, at nøkrum fuglum dámar eins væl á landi, í vatni
og í loftinum. Men hóast alt vilja vit hava, at súgdýr,
hvørs ungar verða bornir livandi og sum súgva, eru
landdýr burtur av.
Men nógv nýtist okkum ikki at hugsa okkum um til
tess at skilja, at til eru nøkur súgdýr, sum stóran part av
ævi sínari halda til í vatni. Hesi dýr skipa seg heilt frá
áarrossinum (Hippopotamus), sum veltir sær í dýkjum
og áum, sjókýrnum (Manat og Dugong), sum dámar sera
væl í vatni, kópurin, sum heldur til við Bretlands strend*
ur, og sjóljónið og ikki at gloyma: Hvalurin. Hann, ein*
astur av øllum, tykir at liva Iong skeið av ævi sínari bert
í sjónum, á øllum dýpi, og hann kemur næstan ongantíð
undir land.
Hjá hvali er valla eitt einasta bragd, sum vit fáa kannað,
at tað skilir hann ikki burtur úr øðrum súgdýrum. Hann
er skaptur so, at afturbeinini eru leivdir og púra huld í
tvøstinum undir spikinum. Sveivurin er eitt óført halabein
(coccyx). Meginlívæðrin endar í einum greinatyssi ístaðin
*) Frá Department of Physiology i School of Medicine við Hospital
of St. Mary, University of London, Bretland.