Fróðskaparrit - 01.01.1957, Síða 29
Løgin fyribrigdi hjá hvali
35
fyri í Arteriae anonymae. Frambeinini eru bøksl. Frávik<=
ini eru nær um óteljandi.
Men tvey brøgd eru kortini, sum vit í London hildu
vera so undrunarverd, at tey fingu okkum at fara til Før*
oya at gera kanningar har: Tey eru vakstrarskjótleikin og
evnisbroytingin av kolvætuevni í óføddum hvali.
Fyrst man tað vera hóskandi at greiða eitt sindur frá,
hvussu vit fingu áhuga fyri hesum spurninginum.
í nógv ár hevur arbeiðsmegin hjá manningini undir
okkara stovni verið beind í tvær ættir: At veita lækna®
studentum lærdóm og at kanna medisinskar spurningar.
Hetta verður vanliga rópt gransking, eitt ovurnýtt og ov«
mikið virt heiti. Viðvíkjandi hesum at leggja sína arbeiðs^
megi á tvey øki, so hevur hetta verið starvsgongdin hjá
øllum universitetsstovnum. Verunliga er hetta tvíbýtið eyð*
kennið, ið skilir universitet frá High School ella poly<=
tekniskum ella tekniskum skúla.
Men tað, sum dentur verður lagdur á í okkara stovni,
er, at hvør maður tekst við onkran spurning, sum hugur
hansara stendur á, treytað av, at hann minnist til at skoða
spurningin í samband við fyribrigdi og eginleikar hjá tí
óborna skapninginum. Á henda hátt verður so við og við
bygdur upp ein fysiologiskur kunnleiki um skapningin í
móðurlívi.
Kanna vit sama fyribrigdi hjá ymiskum djórasløgum,
fáa vit at síggja, at tey eru ikki eins. men at munur er á
teimum, tá ið vit fara frá einum djóraslagi til annað. Til
nógvar kanningar av óbornum dýrum innan okkara stovn,
hevur seyðafostur verið nýtt, tí fullborið er hetta fostur
stórt og hóskandi. Til meginpartin av kanningunum av
nýbornum skapningi hava verið nýtt nýfødd børn, tí tey
eru løtt at koma til og hava almiklan týdning í lækna*
frøðini.
Vøkstmin í móðurlívi. Bera vit saman tyngd og aldur
hjá lambi í móðurlívi fáa vit eina standandi vakstrarfar«
mynd (1. mynd). Vanliga skapið á hesari farmynd líkist