Fróðskaparrit - 01.01.1957, Blaðsíða 31
Løgin fyribrigdi hjá hvali
37
hjá øllum dýrum í móðurlívi: Fyrst eitt tíðarbil, tá ið
tyngdin tykist at broytast lítið, so seinri partur av kvið«
tíðini, tá ið vøksturin so við og við verður meira mun<
andi. Um nú ikki tyngdin, men longdin á fostrinum
verður samanborin við aldurin, so verður farmyndin ein
bein strika (2. mynd). Leingja vit strikuna aftureftir, rak=
ar hon abscissuna við fosturaldurin 34 dagar. Starvsbróður
mín Wilfred Widdas', sum nú heldur fyrilestrar í fysiologi
á King’s Colledge við Londonar lærda háskúla, prógvaði,
at henda strikan lýddi hesa líkning L = 0,45 (t-r-34) 1.
Hvønn týdning fastatølini hava verður nomið við seinri.
Men hann fór longur fram og vildi vera við, at mynda
vit okkum ein terning, har longdin er L, so er L3=V,
rúmið, ella L=3. rót av V ella VVs. Framvegis, av tí at allur
vevnaður hevur somu evnistyngd, umleið 1,05 (tað merkir,
at ein litur av kroppsrúmi vigar um 1,05 kg), so veksur
tyngdin í sama mun sum rúmið, og tí eigur triðja rótin
av tyngdini (W’/3) samanborin við fosturaldurin at vera