Fróðskaparrit - 01.01.1957, Blaðsíða 38
44
Løgin fyribrigdi hjá hvali
Einasta undantakið er hvalurin el!a rættari sagt Cetacea.
Her síggja vit, at mangt áhugavert er, sum noyðist at
verða fingið til vegar óbeinleiðis við talfrøðiligari viðgerð.
Fyrst er kviðtíðin. Høvundanum kunnugt, hevur eing*
in nakrantíð alt Cetacea (hval) og beinleiðis gjørt av,
nær hann beyð sær til, kvidnaðist, og nær hann legði.
Kviðtíðin verður tí at festa óbeinleiðis. Høvuðskeldan,
sum her er at troyta, er altjóða hvalahagfrøðin2, sum lýs«
ir longdina á hvali, veiddur í norðastu og syðstu høvum,
og mánaðan, tá ið hann varð veiddur. Verða allar longd*
ir festar í farmynd fyri allar mánaðirnar, kemur í ljós«
mála, at í einum skeiði uppá tríggjar mánaðir skarðast
fosturstøddirnar um: Fostrini eru annaðhvørt sera smá
(nýgitin) ella sera stór (útvið fullborin). Seks mánaðir
seinri eru øll fostur í veiddum, kvidnum hvali miðal til
støddar og skipa seg sum framhaldandi røð. Verða allar
longdir á øllum hvalasløgum festar í farmynd, sæst skilb
iga, at nøkur sløg kvidnast á norðara helmingi á jørðini
um summari og leggja summarið eftir um 11 mánaðir
seinri. Onnur sløg kvidnast á sunnara helmingi, tá ið
summar er har, og leggja 11 mánaðir seinri. At hvalurin
gongur í 23 mánaðir er einki um. Um so hevði verið,
høvdu vit sæð, at á hvørjari einastu tíð á árinum (uttan
6—8 vikur báðu megin jóansøku), vóru tveir bólkar av
fostrum, nøkur 5—6 mánaðir og nøkur 17—18 mánaðir
gomul. Men so er ikki. Úrslitið er, at kviðtíðin er um ár
til longdar ella meira beinrakið sagt 11 mánaðir.
Onnur hugleiðingin tekur upp tyngdina á fullbornum
fostri. Widdas’ algildisregla er, at W‘/J=a (t — t„ ). Men
hann prógvaði, at á hin bógvin var hon L=a’ (t — te ), og
er te punktið ,har strikan rakar abscissuna. Teknberingin í
hesum líki hóskar betur til hval enn W'/3, tí hagfrøðiligs
ar upplýsingar frá hvalaveiðuni nevna longdina, meðan
tyngdin á fullbornum hvalafostri sjaldan er kunngjørd
ella máld.
Undir hesum umstøðum er gjørligt at festa ta beinu