Fróðskaparrit - 01.01.1957, Side 47
Um at nýta dýr til at vita um kvinna er við barn
53
bæði Zondek og Ascheim, at varð saðilkertlavevnaður
gróðursettur í óbúnum músum, hevði tað tað við sær, at
tær gjørdust búnar í úrtíð; og í 1927 vístu Ascheim og
Zondek, at tað bar til at finna gonadotrophin í landinum
frá kvinnu, stutt eftir at hon var barnað, tá ið land
hennara varð sprænt inn í óbúnar mýs. í 1928 (a, b) vístu
teir, at gjørligt var at nýta henda atburð sum grundarlag
undir roynd at vita, um kvinna var við barn. Við fyrsta
royndarbólki fingu teir bert l,4°/o av følskum úrslitum.
Breiður úrdráttur úr bókmentum yvir royndarháttin hjá
AschheinvZondek, sum Cowie hevur lagt fram, sýnir ein
miðal nettleika uppá 98°/o. Umframt hetta lítla frávik hev<
ur royndarhátturin ein annan veikleika, og hann stendst
av tíðini, sum krevst, til úrslitið verður fingið. Tað fæst
ikki fyrr enn um 4 dagar eftir fyrstu innspræning. Eftir<=
síðan skipaðu Aschheim og Zondek (1928 b) royndarhátt*
in eitt sindur øðrvísi, soleiðis at tíðin varð stytt niður í
48 tímar; men hóast tað at sterkastu gonadotrophiníúr*
dráttir vórðu nýttir, var bert gjørligt at líta á positiv
úrslit (Cowie 1948). Næsta broyting var at nýta óbúnar
rottur staðin fyri mýs (Evans og Simpson 1930), men úr*
slit fekst ikki fyrr enn lidnir vóru 3—4 dagar. Reiprich
(1933, 1934) stytti um tíðina á tann hátt, at hann sprændi
stóra nøgd av landi inn í óbúnar rottur og dømdi úrslitið
eftir, hvussu blóðsprongdir eggbøllarnir gjørdust. Støðið
undir hesum lagnum var ein roynd hjá Zondek (1926).
Fleiri granskarar hava so við og við stytt um royndar*
tíðina, so at hon kom niður í 2 tímar. Men Farris (1944)
hevur sagt frá følskum úrslitum, tá ið snarkynstrið verður
nýtt. Á hin bógvin hava Kuppermann og Greenblatt (1946)
sagt frá úrsliti av 752 royndum, og var nettleikin 99,5°/o.
Bellerby (1929 a, b) vísti, at eggloysingin hjá kanin
(undir vanligum umstøðum fer hon fram, tá ið kanin mak<
ast) fór á gongd, tá ið saðilkertlaúrdráttur varð sprændur
inn. Hetta tiltak tók Friedman í 1929 til sín sum grund*
arlag undir roynd at vita, um kvinna var við barn. Hann