Fróðskaparrit - 01.01.1957, Page 49
Um at nýta dýr til at vita um kvinna er við barn
55
høvdu víst á, at tá ið saðilkertlagonadotrophin varð sprænt
inn í hetta froskslagið, elvdist egggerð, tó at eingin áður
visti um slíkt fyribi igdi hjá alifroski í hesum landi (Bret«
landi). Bellerby (1934) og Schapiro og Zwarenstein (1934
a, b) kunngjørdu — hvør uttan at vita av øðrum — roynd*
arúrslit, sum vístu, at Xenopus laevis«kvenndýr fór undir
egggerð, tá ið land frá kvinnu, sum var við barn (ella
gonadotrophinúrdráttur úr landinum) varð sprænt inn í
tey. Tíðin, sum gekk til tess andsvar fekkst, var ójøvn
eftir nøgdini á gonadotrophin ið sprænt varð inn og eftir
hitastiginum, har sum froskarnir vórðu havdir. Ein riðil
av øðrum kanningarmonnum ásannaðu hesi úrslit, og
brátt var Xenopus*kvenndýrið nógv umtókt til royndir at
vita, um kvinna var við barn. Vanliga verður sprænt inn
í dýrið seinrapartin á degi, og longu morgunin eftir er
úrslitið sjónligt. Men Shapiro (1936, 1939) vísti, at ymis
steroid, teirra millum progesteron og testosteron, eisini
framdu eggloysingina hjá Xenopus, meðan Landgrebe
(1939) hevði varnast, at land frá kvinnu, sum var úr
barnburði, hevði somu megi. Úrslitið er so statt ikki
komið av gonadotrophin serstakliga.
Tá ið farið varð undir at nýta kalldýr av froskdýraslag,
miðaðu menn seg eftir verkinum hjá Houssay, Giusti og
Gonzales (1929). Teir vístu á, at hjá suðuramerikonsku
risapadduni (Bufo arenarum) loysnaði sáðið bráddliga úr
eistunum, tá ið úrdráttur úr paddusaðilkertli varð sprænd*
ur inn í kalldýr. De Robertis, Burgos og Breyter (1946)
hava givið frágreiðing um vevnaðarbroytingarnar, sum
standast av hesum, og Burgos og Mancini (1947) hava
eygleitt somu fyribrigdi í glarroyndum í flísum, skornum
úr eista. Galli Mainini (1947) var tann fyrsti, ið nýtti
hetta háttalag hjá paddu til at vita, um kvinna var við
barn. Hann vísti, at tá ið land frá barnaðari kvinnu varð
sprænt inn í Bufo arenarum*kalldýr, so komu eftir fáum
tímum sáðkyknur til sjóndar í landinum í gotholuni hjá
padduni. Nógvir granskarar nýttu síðan henda royndar*