Fróðskaparrit - 01.01.1957, Síða 56
62
Yvirlit yvir innskotin grótsløg í Føroyum
eru gongir, sum hava skotið seg upp i gjøgnum steyrrætt*
ar ella eitt sindur hallar rivur. Hesar sundurbýtingar eru
kortini ikki altíð so væl avmarkaðar, tí ofta fara syllarnar,
serliga við útjaðararnar, upp í gjøgnum tær regluligu fláir*
nar, og stundum eru gongirnar reiðuliga hallar, so tað
hendir at ivamál er um, hvussu innskotið eigur at verða
rópt. Eitt sermerki fyri føroysku syllarnar er júst tað, at
tær við útjaðararnar skjóta seg upp gjøgnum tær regluligu
basaltfláirnar og har verða mislagdar; men vit nevna tær
syllar kortini.
YVIRLIT YVIR UPPHAV FØROYA
I TERTIERTÍÐINI
Til at síggja sambandið millum tey ymsu innskotssløg*
ini og hina regluligu fláarskipanina, er tað neyðugt at
hava ta jarðfrøðiligu mannagongdina í upphavi landsins
í huga. Á 1. mynd sæst ein yvirlitsskurður gjøgnum
føroysku fláarskipanina. Vit býta hana soleiðis sundur:
1. Niðaru basaltfláirnar 2. Kolalindin 3. Gosmyrjan 4.
Ovaru basaltfláirnar 5. Innskot.
1. Niðaru basaltfláirnar. Hetta eru niðastu og elstu fláir*
nar. Tær koma undan í Suðuroy, í Mykinesi og vestantil
í Vágum undir kolinum. í Suðuroy gongur hallið fyri tað
mesta 3°—6° niður í landnyrðing norðan, landnyrðing og
landnyrðing eystan; í Mykinesi 8°—13° í landsynning eyst*
an og landsynning, og vestantil í Vágum 3° í landsynning
eystan. Hin sjónligi parturin av niðaru basaltfláunum verð*
ur tí avmarkaður eystureftir har tær fara í sjógv. í Suður*
oy eftir stroklinjuni Kolaratangi norðanfyri Grímsfjall —
Tjørnunes (sunnantil á Hvalbiarfirði) — Froðbiarnípan. 1
Vágum er eysturmarkið stroklinjan Álkuklettur vestan fyri
Akranes — Víkar. Grótslagið í hesum fláunum er døkkt,
tætt og hart blágrýti; feldspattinnur sært tú sjáldan við
berum eygum. Hamrarnir (fláirnar) eru vanliga tjúkkir,