Fróðskaparrit - 01.01.1957, Blaðsíða 61
Yvirlit yvir innskotin grótsløg í Føroyum
67
fláirnar, eru komnar upp í gjøgnum væl smærri gosop.
Leivdirnar av teimum síggja vit mangastaðni enn, t. d.
sunnan fyri bygdina Viðareiði, inni á Viðvík á Viðoynni,
sunnan fyri Marragjógv í Vágum, í Koltursnakki og í
Dalsnípuni. Tá niðari parturin av ovaru basaltfláunum
varð tilgjørdur, vóru gosini støðug; tá ovari parturin varð
tilgjørdur var onkur skái, tí ikki er óvanligt at finna stein=
runnar plantuleivdir í royðugrótinum millum basaltfláirnar.
5. Innskot. Tá eldgosini vóru givin med alla, kom
spenni í basaltháslættan, sum tá var, við tað at støði und*
ir honum gav ójavnt eftir. Hetta spennið gjørdist so stórt,
at fláirnar stukku, og rivur settu allan vegin upp ígjøgn*
um. Grótbræðingar sluppu nú eina ferð enn upp í gjøgn*
um fláirnar, men meðan tær fyrru ferð komu heilt upp,
fóru tær hesa ferð upp og út í rivur, inn í millum grót*
fláirnar og annars har veikast var fyri. Tað eru hesar
storknaðu grótbræðingar vit nevna innskot, tí tær hava
skotið seg inn í millum aðrar eldri fláir.
INNSKOTIN GRÓTSLØG
í FØROYUM
Sum nevnt í innganginum fara vit her at skilja millum
trinnandi innskotssløg í Føroyum: 1. Óreglulig innskot
2. Syllar (sills) 3. Gongir ella tvørgrýti (dikes).
1. Óreglulig innskot. Soleiðis verða hesi innskot hósk*
andi nevnd, við tað at tey eru øllum øðrum innskotssløg*
um ólík í tí, at tey eru heilt óreglulig í skapi. Á 1. mynd
sæst, at hesi innskot hava skotið seg inn í gosmyrjuna og
í kolalindina, helst í takið. Tey koma fyri allar staðir í
Føroyum har gosmyrjan er, t. v. s. í Suðuroy, í Tindhólmi
og í Vágum.
Suðuroy. Tey óregluligu innskotini eru ikki nógv um*
farin í eldri bókmentum, hóast mangir hava verið varir