Fróðskaparrit - 01.01.1957, Síða 63
Yvirlit yvir innskotin grótsløg í Føroyum
69
nýggjtt lendingina er møl og fjøruslætt. Vestantil á Reyða*
barmi er samankomingin millum innskot og gosmyrju
skillig. Gosmyrjan sæst hiðani einar 5—600 m eystur eftir
í bakkanum, har hon fer í sjógv. Innskotið gongur her
undir henni og skjýtur seg í støðum upp í hana. Vestur
eftir gongur gosmyrjan oman á innskotinum, samankom*
ingar síggjast bert fáastaðni, t. d. uttan fyri gomlu lend*
ingina og oman fyri Hamranes.
Millum Hamranes og Hvítanes sæst ein tvørgrýtisgong
dyggst niðri við strondina. Hon sker seg gjøgnum inn*
skot, gosmyrju og ovaru basaltfláirnar. Hon strýkur í út<
nyrðing—landsynning og sæst aftur ymsastaðni norður eftir
oynni, heilt norður í Tvørgjógv. Sunnantil á firðinum sæst
hon í Úlvsgjógv, hon er 8—10 m breið bæði norðantil og
sunnantil á firðinum. Eisini ber til at fylgja henni suður
eftir oynni, heilt suður í sunnara landið á Hovsfirði. Har
gongin sker seg upp gjøgnum innskotið norðantil á Hval*
biarfirði, er samankomingin millum innskotið og gongina
ikki skillig, hóast merki væl síggjasteftir hitaárini.Tvørstabb*
arnir í gongini eru heldur ikki so týðuligir sum vant, og
munurin á grótslagnum í miðari gongini og úti við saman*
komingina er ikki stórur. Stabbarnir, sum nakað burtur
frá gongini eru steyrrættir, eru meira at kalla óregluligir
nærindis henni, teir verða meira og meira tvørir, nærri vit
koma gongini. Uppi í gjónni, har gongin sker seg gjøgn*
um ovaru basaltfláirnar, er samankomingin skillig og væl
avmarkað inn móti tí slætta gjáarvegginum; tvørstabbarnir
í gongini eru týðuligir, og munurin á grótslagnum í mið*
ari gongini og úti við samankomingina nógv størri enn
niðri við strondina. Tað er tí líkt til at tvørgrýtisgongin
er innskotin nakað samstundis sum hitt óregluliga inn*
skotið, og at hon kannska er tilførsla til hetta.
Við Flekksá, sunnantil á Hvalbiarfirði, sæst innskotið
blágrýti einar 60—100 m o. sj.; oman á tí er gosmyrja, og
innskotið gongur í støðum upp og út í gosmyrjuna. Eyst*
ur úr Flekksá er urð og skriða.