Fróðskaparrit - 01.01.1957, Page 67
Yvirlit yvir innskotin grótsløg í Føroyum
73
Breccie, men som udskildte Masser». Annars er einki at
síggja í bókmentum um innskotið blágrýti í Tindhólmi.
Á 5. mynd sæst eitt jarðfrøðiligt kort av Tindhólmi.
Vestantil og norðantil er hólmurin vallaður, men sunnan=
til sæst í berginum skurður gjøgnum alla lagskipanina:
Niðaru basaltfláirnar, gosmyrja við óregluligum innskotn*
5. mynd. Jarðfrøðiligt kort av Tindhólmi.
(Geological map of Tindhólmur)
STÓDD 1: 20000 Smáprikkut: Niðaru basaltfláirnar.
(Small-dotted: Lower Basalt Sequence)
Svart og stórprikkut: Innskot (óregluligt) og gosmyrja.
(Black and large-dotted : Irregular intrusive Basalts and Tuff-Agglomerate)
Hvítt: Ovaru basaltfláirnar.
(White: Upper Basalt Sequence)
um blágrýti, ovaru basaltfláirnar. í Vágum sæst gosmyrjan
eystan fyri Hvalsker, tætt niðri við sjóvarmálan. Eins og
summar staðir í Suðuroy liggur hon her millum tær nið*
astu fláirnar av ovaru basaltfláunum. Royna vit at fylgja
henni vestureftir, ber til at eygleiða hana so at siga allan
vegin fram við strondini inn í tað lítla innvikið eystan
fyri Akranes. Akranes og Akranessker eru innskotið blá=
grýti, og í tí Iítla innvikinum eystanfyri, er skillig saman«
koming millum innskot, gosmyrju og ovaru basaltfláirnar.
Vestur úr Akranesi er allur bakkin inn við landinum,