Fróðskaparrit - 01.01.1957, Qupperneq 69
Yvirlit yvir innskotin grótsløg í Føroyum
75
longu tá í tíðini hava sæð hetta fyribrigdi og gjørt sær
tankar um tað.
í eldri bókmentum eru hesi innskot fyrstu ferð umrødd
hjá von Born (1792, 1797), har hann í brøvum til Etats*
raad Rothe greiðir frá «Støttebasalten» á Streymoynni og
í Eysturoy. í Evsturoynni hevur hann sæð hesar stabbar
frá Selatrað norður á Oyri, og hann vísir á, at teir ganga
undir Halgafellstind og Reyðafellstind. Á Streymoynni hev*
ur Born sæð «Støttebasalten» í Núgvuni og í Skælingi. 1
fleiri ritgerðum frá 19. øld verður meira og minni leysliga
sagt frá syllum, hetta skal kortini verða stutt umfarið við
tað, at flestu ritgerðirnar siga frá tí sama og taka upp tað,
sum fyrr er sagt frá. Landt (1800) nevnir «Støttebasalten»
á Streymoynni og í Eysturoy. Ein part av tí hann sigur
frá, hevur hann frá von Born, men Landt nevnir afturat
«Støttebasalter» í Sátuni. Allan (1813) nevnir «Columnar
greenstone» á Selatrað og í Núgvuni, Skælingi og Sátuni.
Trevelyan (1823) nevnir heilt stutt «Nonconforming green=
stone» á Streymoynni og í Eysturoy. Forchhammer (1821,
1824) sigur frá syllainnskotunum í Svínoy, á Streymoynni
og í Eysturoy, og roknar hann tey og tvørgrýtisgongirnar
at vera yngsta grótslagið í Føroyum, sum hann nevnir
«den uregelmæssige Trap». J. Geikie (1880) sigur eins og
mangir aðrir, stabbagrótið við Froðba at vera innskotið,
«intrusive Basalts». Viðvíkjandi syllunum á norðaru oyggj*
unum vísir hann bert til Trevelyan og Allan. Lomas (1895)
nevnir «intrusive sheets» í Fugloy, Svínoy og á Streym«
oynni. Eins og Geikie og aðrir nevnir hann Froðba og
har aftur at Mykines. A. Geikie (1896) nevnir syllina á
Streymoynni. Eisini sigur hann seg hava sæð syllar á Kalls*
oynni og á Kunoynni. í seinru árunum eru syllainnskot
umrødd í ritgerðum hjá O. B. Bøggild, J. B. Simpson og
Walker og Davidson. Bøggild (1922, 1928) nevnir «Intruí
sivgange» í Eysturoynni og á Streymoynni. Simpson (1928)
hevur í ritgerð sínari heilt stutta grýtisfrøðiliga frágreiðing
um Streymoyarsyllina (í Skælingi). Walker &. Davidson