Fróðskaparrit - 01.01.1957, Blaðsíða 70
76
Yvirlit yvir innskotin grótsløg í Føroyum
(1936) siga frá syllum í Svínoy, Eysturoy, Vestmanna,
báðu megin við Haraldssund og á Streymoynni. Eisini er
stabbagrótið norðantil á Mykinesi — har vesturi nevnt
stokkarnir ella steinskógir — avmerkt sum syll á korti
teirra. Stabbarnar við Froðba siga teir ikki vera innskotn*
ar men «columnar lavas of Staffa type». í ritgerð Walker
&. Davidsons er grýtisfrøðilig frágreiðing um Streymoy*
arsyllina.
Síðan 1945 eru hesar syllar kortlagdar í Føroyum1: 1 í
Fugloy, 1 í Svínoy, 2 í Evsturoynni og 3 á Streymoynni.
Norðantil á Kallsoynni hava vit verið varir við eina syll,
men so høgt uppi í berginum, at ikki hevur borið til at
koma fram at henni. Stabbagrótið við Froðba er ikki inn*
skotið, tað vit hava dugað at sæð, og heldur ikki eru
Steinskógir í Mykinesi innskot.
Fugloy. Fugloyarsyllin (6. mynd) sker seg so nógv á skák
gjøgnum oynna, at tað er ivasamt hvat beinari er, at nevna
hana syll ella gong. Vit hava valt at nevna hana syll, við
tað at hon norðantil á oynni er reiðuliga fløt, har hon
gongur út í Landtles, og við tað at hon helst eigur at
verða sett í samband við Svínoyarsyllina. Sunnantil á
oynni fer Fugloyarsyllin í sjógv millum Skoratanga og
Nevið Óða. Úr urðini við Skoratanga tekur hon seg upp
gjøgnum Grønuskor og Bergið, gongur so eystur í Gulb
heyggj, í hamaran oman fyri bygdina Hattarvík og í Kelb
ingará. 1 Húsá er samankomingin millum syllina og tær
regluligu basaltfláirnar undir henni 80 m o. sj.2; ovara
samankomingin sæst 95 m o. sj., so tjúkdin verður her
bert 15 m. í hamaranum oman fyri Hattarvík er hon 30 m
tjúkk, basaltfláirnar oman á henni eru eins og í GulL
heyggi burtur máaðar. í Kellingará sæst niðara samankom»
ingin 110 m o. sj. Hiðani bendir hon norðurá, men lítið
sæst til hennara fyrr enn norðuri á Skarðsvík. Her norð«
1 Danmarks Geologiske Undersøgelse.
2 Hsddirnar eru allar fyribils mátaðar við Paulinmáti.