Fróðskaparrit - 01.01.1957, Page 74
80
Yvirlit yvir innskotin grótsløg í Føroyum
8. mynd. Gjáarbotnur. Isbrýnd syll.
(Gjáarbotnur. Glaciated sill)
um tær. Hesin hamarin er hin tíðum nevnda Streymoyarí
syllin. Ur Sátuni suður í Núgvuna er hon 9 km long;
hon er ymist breið, norðan fyri Gjáarbotn vanliga 1— 2 km
og sunnan fyri 2—3 km. í Skælingsskarði er Iendið so
djúpt niður máað at syllin norðanfyri, í Sátuni, verður
leys av syllini sunnanfyri, í Skælingi og Núgvuni (7. mynd).
í Sátuni er syllin hægst norðan< og eystantil, hon gongur
niður í útsynning. Norðan=>, eystan* og sunnantil stend*
ur hon vanliga sum brattur hamari, vestantil er lendið hon
gongur í, brekka. Líta vit at tølunum niðanfyri, fáa vit
eina mynd av legu og tjúkd hennara:
Navagjógv ................ ...............
Sunnantil á Sátuni (við hædđarmerki 320)..
Eystántil (Hvilvtá).......................
Vestantil (Kollfjarðargjógv)..............
Utsynningshornið..........................
Niðara sam> Ovara sam<
ankoming ankoming
484 m 524 m
337 - 357 -
514 - 534 -
302 - 345 -
277 - 332 -
Av hesum skilst, at syllin er tjúkkast norðan* og vest=
antil, 40—50 m, og at hon tynnist eystureítir, har hon er
20—30 m. Eisini vísa tølini, at hon er lægst vestan* og
sunnantil, og at hon tekur seg upp norður* og eystureftir.