Fróðskaparrit - 01.01.1957, Síða 82
88
Yvirlit yvir innskotin grótsløg í Føroyum
hon gongur hiðani í útnyrðing og tekur seg norðan fyri
Svínágjógv upp gjognum hamrarnar. Her norðuri er bratts
in minni. Undir Halgafellstindi er tjúkdin um leið 55 m,
niðara samankoming 510 m og ovara samankoming 565
m o. sj. Longur norðuri, fram við Keldukletti, tynnist
syllin uppaftur meira — við ánna millum Halgafellstind og
Kelduklett er hon 10 m tjúkk — og millum Kelduklett
og Sandfelli stendur hon so brøtt, at stabbarnir liggja
tvørturum, og samankomingarnar eru til liðirnar. Norðan»
til gongur syllin upp í Nøvina. Norðurjaðarin, sum sæst
ganga úr Oyrargjógv niðan móti Nøvuni og úr Oyrarskarði
vestur við ovasta hamara undir Knúki, er brattur, stund*
um steyrrættur. Norðan fyri Oyrarskarð stendur hann,
575 m o. sj., upp at hamaranum, vestara liðin er ber (15.
mynd).
í Knubbagili sæst ein tvørgrýtisgong, hon er 3 m breið
og strýkur í útnyrðing—landssynning. Hon gongur inn
móti syllini, sæst aftur í Ryssugili, men ikki sunnari. Hon
er avkvett av syllini og er tí eldri enn hon. Millum gong*
ina út móti Sundalagnum og syllina fekkst einki skilligt
samband. Norðan fyri Oyrargjógv fer ein gong niðan við
syllini. Einar 250 m o. sj. ber hon við syllina, og í
samankomingini sæst, at eisini henda gongin er eldri enn
syllin.
Tilfarið í Eysturoyarsyllini er reiðuliga fínkornut; pla*
gioklaslistarnir eru vanliga V2—1 mm langir. í samankom*
ingum er grótslagið ofta glarkennt við heilt smáum plagi*
oklas* og pyroxentinnum. Sunnantil, uttan um Skarpsá og
Rustina, er tilfarið nógv grovari; tað er at kalla gabbroid*
kennt. Undir sjóneyku síggjast plagioklaslistar 2—4 mm
langir, anorthitinnihaldið er 60—65°/o (Labrador). Eisini
síggjast pyroxentinnur og jarnmálmur, 1—2 mm. Olivin
sæst lítið til.
Smærri syllar. Av smærri syllum skulu verða nevndar:
Syllin í Hægstafjalli norðan fyri Vestmanna, syllin millum
Gásafelli og Vestmanna, syllin við Hórisgøtu og syllin