Fróðskaparrit - 01.01.1957, Page 91
I
Føroysk læknafrøðilig bókmentaskrá.
Eftir R. K. Rasmussen.
Høvundurin at hesi ritgerð hevur í mong ár fingist við
at gera eina førovska læknafrøðiliga bókmentaskrá, og her
verður so prentað tað, ið higar til er savnað. Arbeiðið
varð lokið hin 31. desember 1957 og listin hevur:
I. Greinir, ritgerðir og bøkur um læknafrøði, heilsu«
viðurskifti o. t. við evnum úr Føroyum. Ikki bert vísind*
arligar ritgerðir eru sjálvsagdar at koma uppí her, men
annað er eisini tikið við, eitt nú fleiri smápetti í føroyska
álmanakkanum og tvey smárit um tannarot og tuberklar,
skrivað leikfólki. Hetta eru týðingar og eru við her,
av tí at í teimum eru gjørdar alrafyrstu royndir til at
skapa eitt føroyskt læknafrøðiligt mál.
II. Allar ritgerðir og bøkur, sum føroyskir læknar hava
skrivað um omanfyri nevndu evni, tey veri úr Føroyum
ella ikki.
Henda skipan er avmarkað niðanfyri, og undantøkini
eru tikin fram.
Ævisøgur eru ikki við, undantiknar sjálvsævisøgurnar í
«Københavns Universitets Indbydelses*» ella «íFestskrifter»
av føroyskum læknum, ið eru vorðnir doctores medicinæ,
og av donskum læknum, ið fingið hava somu navnbót
við evni úr Føroyum. Umframt hesar eru eisini tikin við
nr. 54 og 212 í skránni.
Av hagtølum eru tikin við nr. 53 og 153. Annars eru
7