Fróðskaparrit - 01.01.1961, Page 1
Fronsk orð komin úr Føroyum.
Eftir Povl Skárup.
Tey flestu fronsku orðini eru arvað ella lánt úr latíni,
men nógv eru lánt úr germonskum málum. Tann stóra
franska etýmologiska orðabókin, sum verður givin út av
W. v. Wartburg, og sum er ætlað at vera í 17 bindum,
skal hava 3 bind bara um orð sum eru lánt úr germonsk*
um málum. Higartil eru orðini frá A til R viðgjørd. Nógv
tey flestu av hesum orðunum eru komin úr ymiskum týsk*
um málførum, men summi eru ættað úr norrønum málum,
serliga frá tí norrøna landnáminum í Normandie.
Um eitt einasta orð stendur har at franskt hevur fingið
tað úr føroyskum. Tað eitur á fronskum imbrim (ella nýggj*
ari imbrin) og stendur í tí føroysku orðabókini (1928 og
1961) sum imbrimil (eftir Lexicon Færoense), eitt gamalt
navn á havgásini. Hvussu er orðið komið inn í franskt?
Hetta verður ummælt í eini grein eftir Finn Salomonsen
(1934) um føroyska fuglafrøði til árið 1800. í tí fronsku
etýmologisku orðabókini (1956) stendur um orðið, at tað
varð nýtt í fronskum fyrstu ferð í tí stóru Encyclopedie
1765 og varð so tikið av djórafrøðingum, t. d. Valmont
(3. útg. 1775-76).
Fyrstu ferð vit finna tað føroyska navnið er í verkinum
um eksotisk evni eftir Carolus Clusius (1605). Hann
skrivar um eina havgás, ið var send frá einum norskum
lækna, Henrik Højer, sum hevði verið í Føroyum, og
sum skrivaði at hon æt Ildbrimel á føroyskum. Tað sum