Fróðskaparrit - 01.01.1961, Síða 2
8
Fronsk orð komin úr Foroyum
Højer og Clusius skrivaðu um fuglin varð uppafturtikið av
seinri fuglafrøðingum, og summir av hesum, Nieremberg
(1635) og Jonston (1657), nevndu eisini tað føroyska
navnið Ildbrimel. Á latíni róptu teir fuglin Mergus maxi=
mus Farrensis sive Arcticus ’stórur føroyskur ella arktiskur
lómur’.
I 1655 kom Museum VFormianum eftir Ole Worm, sum
segði at fuglurin á føroyskum æt Ildbrimet og á íslendskum
Himbryne. Hann hevði fingið at vita frá Stefán Ólafsson,
»Guds orðs trúgvasta boðbera í íslandi«, at navnið kom
av himin + brynja, tí, sum orðatakið sigur, »Himbrynn
hafa himneskan lit / en helvitska róddi«l
í 1673 kom bókin eftir Lucas Debes, og her stóð
navnið sum Imbrim'). Tað franska orðið kom ikki frá
Højer* 2), men hiðani, eftir tvinnum leiðum.
Sama árið skrivaði Thomas Bartholin í tíðarrit sítt,
Acta Medica & Philosophica Hafniensia, eitt úrdrag úr
bókini hjá Debes. Eitt úrdrag úr hesum kom á fronskum
í 1757. Hetta úrdragið nevndi ymisk føroysk orð, m. a.
Eider ’æða’, Imbrim og grindeval. 011 hesi orðini vórðu
uppafturtikin ókritiskt saman við teim føroysku fuglanøvn*
unum hjá Højer*Clusius í djórafrøðiorðabókini eftir M.D.
L.C.D.B. (Monsieur de la Chesnave des Bois) 1759. Um<
setingin 1757 var eisini upprunin til greinirnar um Imbrim
í náttúrufrøðiorðabókini eftir Valmont df. Bomare (1.
útg. 1764) og í tí stóru Encyclopedie hjá Diderot og
d’Alembert (1765).
Men tað sær út til at hin leiðin, sum orðið Imbrim fór
eftir frá Debes, hevur havt størri týdning. Tað er ein við*
merking í bókini hjá Anderson (1750) um ísland og Grøm
land, Davis»strætið og onnur norðurlond. Hann skrivaði
') Aftan á Debes fær tað ongan týdning uttan fyri Føroyar hvussu
havgásin eitur á føroyskum. Tarnovius (1660—69) hevur Indbrimel, Svabo
(1781—82) hevur fyrstu ferð Havgaas umframt Imbrimil. Nú verður
imbrimil ikki nýtt meir.
2) Sbr. Finn Salomonsen (1934, bls. 88, n. 4).