Fróðskaparrit - 01.01.1961, Blaðsíða 3
Fronsk orð komin úr Føroyum
9
um ein fugl, sum íslendingar róptu Huubryre, føroyingar
Imbrim, Worm Mergus Maximus Ferrensis, og orknoyingar
Embergoose, og segði, at Lucas Debes bls. 128 hevði áhuga*
verdar frásagnir um hann.
Tað var frá Anderson, fuglafrøðingurin Brisson (1760)
visti, at le grand plongeon tachete (tann stóri flekkuti lóm*
urin) æt Imbrim á føroyskum (umframt Ildbrimel eftir
Clusius, Worm, Nieremberg). Hann nevndi ikki Debes
ella Bartholin.
Tað var eisini frá Anderson (og Brisson), tann víðagitni
náttúrufrøðingurin og rithøvundurin Buffon (1781) hevði
navnið imbrim, sum hann nýtti sum høvuðsnavn á hav»
gásini. Bert sum annað navn nýtti hann grand plongeon de
la mer du nord (stóri lómurin frá norðurhavinum). Hann
nevndi nógvar keldur, harímillum Anderson, men ikki
Debes ella Bartholin.
Eisini tann stóra náttúrufrøðiliga Encyclopedie Methodique
(1784) hevði Imbrim sum høvuðsnavn og Grand plongeon
tachete (eftir Brisson) bert sum annað navn. í náttúrufrøði*
orðabókunum 1822/26, 1825/28 og 1846/47 er imbrim vorðið
slagnavn eins og immer á latíni, og fuglurin eitur plongeon
imbrim. Nú kalla djórafrøðingar fuglin plongeon imbrin
(sí t. d. í orðabókini 1958). Legoarant (1858), sum Littre
(1873) tók upp eftir, segði, at Imbrim er eitt óvísindaligt
navn (»nom vulgaire«), og at fuglurin annars eitur colymbe
glacial ella grand plongeon ella plongeon glacial. Hetta
síðsta navnið stendur sum tað vanliga navnið í Larousse
du XXe siecle (1931), ið umframt Imbrim eisini hevur
formin Imber; hesin má vera tikin úr latíni, tí hon nevnir
tað latínska slagnavnið sum imber í staðin fyri tað vanliga
immer. Vanligar franskar orðabøkur, sum ikki serliga fáast
við náttúrufrøði, hava orðið plongeon (slektarnavnið), men
ikki imbrim.
Eftir Littre (1873) og Larousse du XXe siecle (1931) er
framburðurin in=brim' [ænbrim]; men tað at orðið nú skriv*
ast imbrin týðir uppá at tað verður sagt [ænbræn].