Fróðskaparrit - 01.01.1961, Qupperneq 11
Serumcholesterolnøgdin
hjá Føroyingum.
Fyribils rannsókn og hugleiðingar um æviskeið
manna, æðrakálking og matsiðir.
Eftir Bendt Jensen.
Við hugtakið mannsaldur skilja vit vanliga tað áratal, ið
unt er einari menniskju at liva her á foldum í ávísum sam*
felagi undir ávísum lívskorum. Tað áratal, ið her er talan
um, sigur, hvussu leingi allir einstaklingarnir í hesum sam«
felagi liva yvirhøvur. Vit kunna tí seta fram ta allýsing, at
ein mannsaldur er miðalaldurin hjá teirri einstøku menn=
iskjuni í einum ávísum fólkabólki um eitt vist mund. Teir
tættir, ið týdning hava fyri miðalaldurin hjá hesum serstaka
fólkabólki eru heilsan, heilsurøktin (serstakliga songarkonu*
røkt) og vandin við at látast við vanlukku (náttúruvan=
lukku, kríggi, farsótt). Eisini í fólkabólki, har miðalaldurin
er í lægra lagi, eru nakrir einstaklingar, ið verða rættiliga
gamlir. I vælskipaðum nútíðar samfelag, har songarkonu*
røktin stendur høgt, har føðin er dygdargóð bæði til ka«
loriur, vitamin og steinevni, og har ið bardagin ímóti sjúkí
um er væl skipaður, verður ikki bert miðalaldurin at vaksa,
men líkindini hjá einstaklingi ið betri er fyri til at verða
óvanliga gamal, økjast. Vit kunnu tí siga, at aldurin hjá tí
einstaka er treytaður av ættarbregði, heilsurøkt í samfeb
agnum, hvussu væl bardagin ímóti sjúkum er skipaður, og
blíðari lagnu. Við øðrum orðum er — bert tá ið vissar um<
støður av ymsum slag koma saman — givið einari menn<
iskju at gerast óvanliga gomul. Eins og allar aðrar livandi
2