Fróðskaparrit - 01.01.1961, Qupperneq 16
22
Serumcholesterolnøgdin hjá Føroyingum
úrskepandi broytingum í lívæðrunum. Av øllum sjúkum í
lívæðrunum er æðrakálkingin tann vanligasta, tann týdm
ingarmesta og tann mest gátuføra. Patologisktíanatomiskt
skilja vit ímillum fýra sløg:
I. Arteriosclerosis við glarkendum úrskepingum í bindi*
vevnaðinum; sæst í nýrunum hjá sjúklingum, ið hava
blóðtrýstið í hægra lagi.
II. Arteriolonekrosis, sum sæst í nýrunum hjá sjúklingum,
ið hava eitt serliga illkynjað slag av høgum blóðtrýsti.
III. Mønckebergs sclerosis, sæst serliga í æðrunum í gongu*
limunum.
IV. Atherosclerosis, sum helst ger seg inn á meginlív*
æðrina, hjartalívæðrarnar og heilalívæðrarnar. Tað er
hetta slagið av æðrakálking, vit fyrst og fremst fara at
fáast við. Hon er eyðkend við, at broytingarnar koma
í deplum í hesar nevndu æðrarnar. Tað fyrsta, ið
hendir, er ovurframleiðsla av gyrðnum vevnaði í inn*
asta jaðuri í æðrunum, síðan fær vevnaðurin vissar
úrskepandi broytingar, og at enda legst skón av fitb
evni við nógvum cholesteroli í tær. Henda ílegging sæst
við berum eygum og líkist mest greyti, haðani er
navnið (æthere = greytur). Urskepandi broytingarnar
breiða seg yvir í miðjaðurið í æðrini, so har koma kálk*
ingar, og at enda brotnar innasta kyknujaðurið, og vit
fáa nakað, ið líkist sári. Nú kann henda annað av
tveimum: hetta kann elva til blóðpropp á hesum stað,
og tað er tað vanligasta, ella gerst prilluskapað tambing
á æðrini (aneurysma), av tí at æðraveggurin er vikn*
aður. Verður tað blóðproppur, so typpist æðrin heilt,
og einki blóð sleppur til avvarandi vevnað, og hann
fer til grundar (nekrotiserar); síðan gerst arvevnaður.