Fróðskaparrit - 01.01.1961, Qupperneq 17
Serumcholesterolnøgdin hjá Føroyingum
23
Eg havi hug at taka upp eftir amerikanska granskaran
HoLMAN8ið skrivar: »While mentale diseases is our greatest
socioeconomic problem, cancer our greatest enigma, arthritis
and rheumatism our greatest crippler, and accident our
greatest disgrace, atherosclerosis is by far our greatest killer.
It kills by diminishing the blood supply to vital organ, in
particular the heart, the brain and the kidneys.« Æðra*
kálkingin einsamoll er atvoldin til nógv meira enn helvtina
av andlátunum í aldursflokkunum 45—60 ár, og í uppaftur
hægri aldursbólkum eigur hon lut í deyðaatvoldunum av
øðrum slag. Æðrakálkingin kemur meira, sum aldurin veksur,
men her er stórur munur einstaklinga millum.
Byrjunarbroytingarnar síggja vit longu á 20 ára aldri við
sjóneykukanningum av lívæðrunum, men vanliga sjónsku
sjúkueyðkennini koma sjáldan fyrr enn á 40 ára aldri.Æðra*
kálking í æðrum hjartans er best lýst bæði viðvíkjandi
vanligum sjúkueyðkennum og patologiskanatomiskt í sam»
bandi við møguligar søguligar tættir.
Vanlig sjúkueyðkenni fyri æðrakálking í hjartaæðrunum
og blóðproppar í hjartanum komu fyrr ógviliga sjáldan hjá
fólki undir 50 ár, men hesi seinastu 10—15 árini hevur verið
givið gætur eftir hættisligum vøkstri í tilburðum við hesi
sjúku, men mest at leggja til merkis er tað, at sjúkan er
vorðin so sera vanlig hjá mannfólki í aldursflokkinum
25—40 ár. Hetta verður ikki greitt bert við økta miðab
aldrinum, sum er fingin mest at kalla við at halda talinum
á pinkubarnaandlátum niðri. Tað verður heldur ikki greitt
við tí betru sjúkuavgerðini. Vøksturin er í teimum lond®
unum, har lívskorini eru rummiskast, t. e. í vesturheimi, og
royndur lutur er, at eingin munur er eftir fólkasløgum.
Granskarar um allan heim hava ídnir roynt at koma fram
á táttin tann, ið kann geva svar. Mangar hugsanir eru settar
fram, síðan munurin ímillum lívsháttin í teimum sokallaðu
vælferðarríkjunum í vesturheimi og lívsháttin í meira tiU
afturskomnum londunum er borin fram í Ijósið.
Tað man hóska her at taka fram sumt av tí týdningar*