Fróðskaparrit - 01.01.1961, Side 18
24
Serumcholesterolnøgdin hjá Føroyingum
mesta, ið eyðkennir lívið í vælferðarríkinum: lívskorini eru
rummisk, og náttúrliga fylgjan av tí er meiri djóraføði og
mest sovorðnari, ið ger matin leskiligan, t. d. feitt og eggja*
hvítaevni. Sigarettnýtslan er stór, øll lívsførslan er skundin,
og við tað legst størri sálarligt trýst á tann einstaka. Eg
nevni upp á gjøt: skundur í øllum arbeiði, skundin fluttn«
ingur (bilar, motorsúklur o. m. a.), misljóðandi heimalív við
ongari tíð til hvíld, ofta av teirri orsøk, at konan arbeiðir
úti, og maðurin hevur eykaarbeiði, bert til at kunna fáa
sær fleiri og fleiri av teimum marglætislutum, sum nútíðar
samfelagið tølir við (bilar, køliskáp, fjarsýn o. a. m.).
Men teir tættir, sum í løtuni eru best kannaðir, eru føðslan
og viðurskifti blóðsins til at storkna ella loypa saman.
Samburðarrannsóknir um allan heim hava víst, at ógviliga
lítið er til av æðrakálking í hjartaæðrunum í teimum
pørtum í heiminum, har meginparturin av tí, ið krevst av
kalorium, verður fingið við sukurevnum (bíligasta slagið
av føðslu), og minni, enn har 20 °/o verður fingið úr fitb
evnum. Men tað tykist, sum at coronarsclerosis mennist at
kalla lutfalsliga við fitievninum í føðsluni, og serstakliga
nógv er av hesi sjúku í londum, har fitievnið er 40 °/o ella
meiri (U. S. A., Canada, England, Skandinavia við Finn=
landi). Hetta er tó ikki so í øllum førum, og granskarar
hava undrast á, at Grønlendingar, sum í langar tíðir einki
annað hava havt at liva av uttan fitievni, sum teir hava
fingið úr spiki, og einum lítlum sindri av eggjahvítaevni frá
djórum, ikki hava havt rættiliga nógv av coronarsclerosis.
Atvoldin er ivaleyst at finna í teimum ómettaðu feitu sýr»
unum í spiki (hvala<= og kópaspiki). Tey fitievni, sum
notin verða í vesturheimi, eru djórafitievni, mjólk og
mjólkaúrdráttur (smør, rómi, ísur, ostur) og egg. Hetta er
alt føðsla, sum ikki er dagligur matur í tilafturskomnum
londum.
í Korea«krígnum var deyðaaldurin hjá amerikanskum
hermonnum 22 ár yvirhøvur, og hjá 50 °/o av hesum ungu