Fróðskaparrit - 01.01.1961, Page 19
Serumcholesterolnøgdin hjá Føroyingum
25
amerikumonnum varð funnin æðrakálking í lívæðrunum,
og hjá 10 °/o av teimum aftur vórðu funnar so miklar broyt«
ingar í blóðæðrunum í hjartanum, at rúm teirra trongdist
við 50 °/o. Samsvarandi tilfar av koreanskum og kinverskum
hermonnum í sama aldursbólki sýndu ongar tilburðir við
æðrakálking, og tá ið matsiðirnir hjá hesum fólkaflokkum
vórðu kannaðir, kom í Ijósið, at mjólk og mjólkaúrdrátt
fingu teir aldri í dagliga matinum, og samstundis var heilt
lítið av djórafitievni og eggjum. Hetta gevur okkum nakað
at hugsa um. Tó mega vit taka tað fyrivarnið, at her er
talan um ymisk fólkasløg, har serstøk ættarbregði mega
verða havd í huga. Tryggari er Keys’ar rannsókn5,10,11 við
japanum, sum høvdu livað alt lív sítt í Japan, á Hawaii
ella í Kaliforniu. Orslitið vísti, at sjúkan var sera sjáldsom
í Japan, rættiliga vanlig á Hawaii og høvuðsdeyðaatvoldin
í Kaliforniu. Við matkanningum kom til sjóndar, at japanar,
búsettir í Japan, fingu bert 10% av sínum kalorium sum
fitievni, búsettir á Hawaii 30% og í Kaliforniu o. u. 40%.
Samsvarandi rannsóknir í Suðurafriku benda í somu leið.
Tað hevur víst seg, at innihaldið av serumscholesterol í
blóðinum økist at siga lutfalsliga við tí fitievni, ein etur,
men samstundis hevur víst seg, at evni blóðsins til at storkna
eisini økist lutfalsliga.
Vit kunna siga við vissu, at tað fitievni, cholesterol, sum
vanliga er í blóðinum, hevur ein vissan týdning viðvíkjandi
uppkomuni av æðrakálking, og nógvir granskarar um allan
heim vilja vera við, at æðrakálkingarstigið er lutfalsliga eftir
serumcholesterobinnihaldinum.
Givið er, at serumcholesterolnøgdin í ein mun er bundin
til føðsluna, ein fær, og serliga til innihaldið av fitievni í
henni. Tað er so komið fram, at plantufitievni virka serum*
cholesterolminkandi, og djórafitievni virka øvugt. Men áðr>=
enn eg komi nærri inn á hetta, skal eg heilt stutt evna=
frøðiliga siga nakað um fitievnini. Við fitievni skilja vit eina
sambinding ímillum sýru ogglycerin. Feitu sýrurnar eru stund=
um mettaðar, stundum ómettaðar. Tess fleiri dupultfesti ein