Fróðskaparrit - 01.01.1961, Síða 20
26
Serumcholesterolnøgdin hjá Føroyingum
sýra hevur, tess meira ómettað er hon. Sum dømi um
mettaðar feitar sýrur kann eg nevna: edikssýru C2H4O2,
smørsýru C4H8O2, palmitinsýru C16H32O2. Sum dømi um
ómettaðar feitar sýrur kann eg nevna: oljusýru C18H34O2,
linolsýru C18H32O2. Ein ómettað feit sýra kann skapast um
til mettaða feita sýru, tað verður t. d. gjørt í margarinídn*
aðinum, við tað at mettaðu sýrurnar hava hægri bræðingar«
mark.
Tað, ið eyðkennir djórafitievnini, er, at tey hava í sær
mettaðar feitar sýrur. Plantufitievnini afturímóti eru eyð*
kend við, at tey hava í sær eina ella fleiri ómettaðar feitar
sýrur. Eitt undantak er hvalaspik, sum hevur ómettaðar
feitar sýrur. Dømi um djórafitievni eru: svínafeitt, mjólka*
feitt, sum er í mjólk, róma, smøri og osti. Dømi um plantu*
fitievni eru: soyabønur, jarðnøtuolja og olivinolja.
Ahrens og meðarbeiðari,' Bronte*Stewart og meðar*
beiðari,6 Keys og meðarbeiðari,10'11 Malmros og Wigand,12
og Torben Geill og meðarbeiðari7 hava við miklum rann*
sóknum prógvað, at føðsla, har minkað er nógv um djórafiti*
evnini, og plantuolja við nógvum ómettaðum feitum sýrum
latin útí í staðin, eftir stuttari tíð veldur eina týðiliga minkan
av serumcholesterolnøgdini hjá royndarfólkunum. Tað er
tó at vera ov bráður av hesum at avgera, at tað er inni«
haldið av mettaðum sýrum í fitievnunum, ið hava avgerandi
týdning fyri æðrakálkingina. Tað er enn bert ein hugsan,
og teir granskarar, ið styðja hana, halda at eitt vist lutfall
eigur at vera ímillum innihaldið av mettaðum og ómett*
aðum feitum sýrum í føðsluni: Aðrir halda, at tað eru
storkningarviðurskiftini hjá blóðinum, og teir tættir, ið
hoyra har uppí, ið hava avgerandi týdningin, og gransk«
arabólkarnir teir, ið hava sett fram hesar hugsanir, eru rætti«
liga stívir hvør móti øðrum. Hvør, ið rætt hevur, er í løtuni
ilt at siga, men møguliga liggur sannleikin onkustaðni mitt
ímillum. Kann henda koma aðrir ókendir tættir undan kavi.
Til dømis verður sigarettroykingin havd nógv meira í huga
nú enn fyrr. At skundin lívsháttur við sterkari kropsligari