Fróðskaparrit - 01.01.1961, Blaðsíða 21
Serumcholesterolnøgdin hjá Føroyingum
27
og sálarligari ovbyrjing eisini kann hava týdning, havi eg
longu nevnt.
Meðan eg var hjálparlækni í De Gamles By í Keypmannaí
havn, har dr. med. Torben Geil, ein av høvuðsarterioscle«
rosisgranskarunum í Norðurlondum, var yvirlækni, hevði
eg høvi til at fáast við hesi vandamál. Tá ið eg í 1960 tók
við leiðsluni av heiliráðdeildini við Dr. Alexandrines Hospi*
tal, kom tað tí sum av sær sjálvum, at eg fór undir aftur
granskingar í sambandi við allan spurningin.
Meðan heiliráðdeild hevði ikki fyrr verið í Føroyum,
visti eg fullvæl, at ikki bar til at fáa nakað grundarlag til
samburðar við viðurskiftini i Danmark mett eftir rannsókn<
um á heiliráðdeildum.
Tá ið eg hevði verið nakrar mánaðir í Føroyum, var mær
greitt, bæði av samtalum við sjúklingarnar og av ferðum
um oyggjarnar, at føroyskir matsiðir vóru í stóran mun
aðrir enn matsiðirnir í Danmark og í hinum Norðurlond«
um. Eg fari at royna at taka fram nakað av tí týdningar*
mesta í muninum á dagligum matsiði. Týðiligasti munurin
er tann, at føroyingar eta nógvan ymist tilgjørdan fisk.
Fiskur verður etin nærum dagliga í einumhvørjum skapi,
feskur fiskur, ræstur fiskur, turrur fiskur, klippfiskur o.s.fr.,
og sum fiskabollar, frikadellur og ikki at gloyma knetti, ið
er væl dámdur føroyskur matur. Afturvið feskum fiski hava
tey nærum altíð livur, ið fólki dámar sera væl. Eitt annað,
og tað hevur ikki heilt lítlan týdning, er tað, at føroyingar
sum einasta tjóð í Norðurlondum, drepa grind. Og tó at
matsiðir úr hinum Norðurlondum og úr Englandi, hava
troðkað seg inn, so er tó enn stórur partur av fólkinum,
ið vanliga etur grind. Av øðrum djórum eta føroyingar
nærum bert seyðakjøt, sjáldan feskt, men ræst kjøt, turt
kjøt og skerpikjøt. Neytakjøt verður ikki so nógv etið, og
svínakjøt og flesk er, tað eg havi verið varur við, sjáld*
samur matur. Av fugli verður lundi, lomvigi og havhestur
mest etin. Mjólk og mjólkaúrdrátti verður minni notið av
enn í Danmark. Danir eta nógv meiri svínakjøt og flesk