Fróðskaparrit - 01.01.1961, Blaðsíða 23
Serumcholesterolnøgdin hjá Føroyingum
29
mannahavn. Rannsóknirnar á Medicinsk Laboratorium í
Keypmannahavn eru uppaftur gjørdar at bera saman við
tær sum gjørdar vóru á egnari starvstovu og við somu
blóðroynd. Tey funnu stigini hava øll svarað væl saman.
Peningastuðulin er nýttur til hesar seinnu nevndu sundur*
loysingar og til at samsýna starvsstovufólkinum. Sjúklingí
arnar í Hoydølum vóru ongar aðrar rannsóknir samstundis
gjørdar við, samtalur vórðu ikki havdar við teir, og heldur
ikki vórðu teir læknakannaðir; aðrar rannsóknir eru ikki
samstundis gjørdar við sjúklingum úr Hoydølum, og sam*
talur eru ikki havdar við sjúklingarnar, ella teir lækna«
kannaðir, til tess vóru jú bestu líkindi viðvíkjandi innløgdu
sjúklingunum. Hetta hevur ikki lítlan týdning, tí vissar
sjúkur hava við sær rættiliga høgt cholesterolstig, eitt
nú sukursjúka, evnisbroytingarsjúkan myxoedem, summar
nýrnasjúkur og aðrar meira sjáldsamar sjúkur. Rættvorðnu
serumcholesterolstigini liggja um 150—300 mg%, og meðan
vit við omanfyri nevndu sjúkum finna serumcholesterolstig
yvir 500 mg%, høvdu hesir sjúklingar, um teir bert vóru
fáir, kunnað givið skeiva mynd av miðalstigum á øllum
tilfarinum.
Eg leggi her í talvu fram úrslitini av cholesterolsundur*
loysingunum. Talvan er um 200 sundurloysingar tilsamans,
alt eru tvísundurloysingar, nr. 1 — 157 stava frá fiskimonní
um; við árligu gjøgnumlýsingina á bróstsjúkrastøðini í
Hoydølum eru blóðroyndir tiknar til cholesterolavgerðar.
Nr. 158—200 stava frá sjúklingum, innløgdum á heiliráð*
deildina í 1960/61. Teir eru hissini valdir úr dagbókasavn*
inum. Við 20 av sundurloysingunum eru rannsóknir gjørdar
á Medicinsk Laboratorium í Keypmannahavn, og tølini
liggja tætt hjá hvørjum øðrum; stigini á sundurloysingum
á egnari starvsstovu hava altíð verið hægri enn tølini á
samsvarandi sundurloysingum, sum gjørdar eru á Medi*
cinsk Laboratorium, yvirhøvur 5—10 mg% hægri.