Fróðskaparrit - 01.01.1961, Síða 29
Serumcholesterolnøgdin hjá Føroyingum
35
Miðalstigið á øllum tilfarinum liggur á 199 mg°/o. Bert
9 av teimum kannaðu hava meira enn 250 mg°/o serum*
cholesterol. 28 hava ímillum 225 og 250 mg°/o, og 74 hava
200—250 mg°/o, tey 89, sum tá eru eftir, hava stig undir
200 mg°/o. Sum nevnt verður markið fyri serumcholesterol,
tá ið tað er rættvorðið, sett til at liggja ímillum 150 og
300 mg°/o; tó hava menn í seinnu árum havt lyndi til at
lækka ovara markið til 280 mg°/o.
Eingin av fólkunum í tilfarinum hava stig upp á 280 mg°/o
ella yvir, bert 4 hava stig yvir 270 mg°/o. Hægst málda
prosentið er 274 mg°/o. 1 einum tilfari fyri Danmark, og
sum enn ikki er prentað, har yvirlæknin, dr. med. Torben
Geill og Erling Lund hava kannað 2000 blóðgevar frá
Bispebjerg Hospital. liggur miðalstigið onkustaðni ímillum
220—230 mg°/o. Nærri upplýsingar viðvíkjandi hesum ar*
beiði eru ikki til skjals enn. Tó at tilfar mítt er heldur
lítið samanborið við omanfyri nevnda, bendir tað kortini
á, at serumcholesterolstigini, tikin av einum kuti av Føroya
fólki, heilt ivaleyst liggja lægri enn í einum donskum fólka*
bólki.
í eini komandi rannsókn havi eg ætlað at kanna 1000
—2000 fólk og at skipa rannsóknirnar so: Tilfarið verður
býtt í 4 bólkar, soleiðis at í 1. bólki verða tey fólk, ið
búgva í fjarskotnastu bygdunum, har gamlir matsiðir tí eru
mest varðveittir, í 2. bólki verða fólk úr størri bygdum,
og 3. og 4. bólkur skal umfata ávikavist rein føroysk og
rein donsk húski í Tórshavn og stórbygdum.
NIÐURLØGA
Urskepandi broytingarnar, ið taka seg upp í mannakropp*
inum, gera, at menniskjan eldist og doyr. Tá ið úrskepandi
broytingarnar eru komnar so langt, at menniskjan verður tarn*
að í dagliga arbeiðinum og seinni verður hjálparleys í stytri
ella longri tíð, áðrenn deyðin kemur, skapar hetta avvarandi