Fróðskaparrit - 01.01.1961, Qupperneq 31
Serumcholesterolnøgdin hjá Føroyingum
37
aðari feitari sýru í. Týdningarmestu keldurnar, sum fitievni
fáast úr eru: mjólk og mjólkaúrdráttir (rómi, smør, ostur,
matgler o. a. m.) og svínafeitt og flesk. í tilafturskomnum
londum og hjá fólkasløgum á einfaldum menningarstigi eru
fitievnini bert lítil partur av kaloriunýtsluni (o. u. 10 %), og
tá er talan mest um plantufitievni, við ómettaðum feitum
sýrum.
Meðan vit vita, at nøgdin av serumcholesterol í blóðinum
hevur nakað av týdningi fyri æðrakálking, og meðan sam<
stundis við miklum rannsóknum (Keys,10 Geill7 o. fl.) er
prógvað, at serumcholesterolið minkar, tá ið vit geva royndar*
fólkinum mat, ið hevur í sær ómettaðar feitar sýrur, verður
hildið, at broyttu matsiðirnir í vesturheimi er ein av at<
voldunum til vøksturin í hjartakálkingini.
Meðan tað tykist, sum æðrakálkingin í hjartaæðrunum
hjá fólkinum í Føroyum er sjáldsamari enn í øðrum vestan*
londum, er rannsókn gjørd viðvíkjandi serumcholesteroh
stigum hjá lítlum kuti burturúr Føroya fólki. Urslitið av
hesum rannsóknum hevur víst, at stigini liggja væl lægri
enn hjá donskum fólkabólki. Vit kunnu kortini ikki bein*
leiðis bera saman úrslitini, tí danska tilfarið er nógv størri,
— men tað heimilar tó til nágreiniligari og miklari rann*
sóknir.
SAMAN DRÁTTU R
Flugtakið mansaldur verður allýst, og hugsanir verða
settar fram um, hvørjir tættir ið týdning hava fyri hækk*
andi miðalaldur í einum samfelag. Tikið verður fram, at
einstaka menniskjan hóast alla fyribyrging bert kann liva
avmarkað áratal. Týnandi gerðir í kroppinum valda, at
maður eldist og doyr. Hámarksaldurin man neyvan fara
upp um 110—115 ár og er neyvan broyttur ígjøgnum tíð«
irnar. Frásagnir um fólk, ið vorðin eru eldri, eigur ein ikki
at líta á, til dømis kann føðingarskrásetingin vera óálítandi