Fróðskaparrit - 01.01.1961, Qupperneq 32
38
Serumcholesterolnøgdin hjá Føroyingum
og minnið hjá frásøgufólkinum kann vera svikaligt. Einki
prógv er til skjals um, at náttúruevni (t. d. Gele Royal)
og vællýstar evnisligar sambindingar (H=3=Procainíhydro>
chlorid) kunnu leingja lívið. I vælferðarríkjunum í Vestur*
europu livir einstaka menniskjan í so tryggum umstøðum,
at har mugu líkindi haldast at vera til at náa hægsta livi*
aldur. At mong fólk støðugt royna at finna fram á ein
heilsudrykk, til at leingja lívið, man komast av tí, at menn*
iskjan ber í sær dreymin um at eiga ævigt lív her á fold*
um; og heldur ikki mugu vit gloyma, at tað altíð gevur
góðan vinning at bera fram til sølu.
Tikið verður fram, at vit, tá ið vit hava givið okkum
undir ta sannroynd at livitíðin er avmarkað, vísindaliga
verða at leita fram á orsakirnar, ið valda, at aldursbroyt*
ingarnar, sum eingin sleppur undan koma ov tíðliga. Enn
er valla meira enn spónurin settur í greytin, og fram eru
settar ymisar hugsanir, men enn ikki prógvað, at tær halda.
Orsøkin til, at vísindamenn um allan heim fáast við hesar
spurningar, er tann, at menn við meiri og meiri ótta, hava
givið tí gætur, at fleiri og fleiri ungmenni um allan vest»
urheimin eru deyð av æðrakálking í hjartaæðrunum og
eftirsjúkuni blóðproppi í hjartanum. Roynt hevur verið at
seta hetta í samband við vissar marglætisnjótingar, eitt nú
tubbak (serstakliga sigarettroyking), alkohol o. a. fl., og
við broytingar í matsiðinum, ið, sum vit vita, er nógv
treytaður av, hvussu rummisk lívskoriní í einum landi eru;
eisini hevur verið hugsað um at skundin lívsháttur hjá
nútíðarmanninum nervar hann illa. Síðani verður í stuttum
farið um patologisku*anatomisku broytingarnar í æðrunum
við æðrakálking. Farið verður um rannsóknir Keys’ar við«
víkjandi matsiði hjá fólkinum í tilafturskomnum londum,
og tær bornar saman við matsiðirnar í Ameriku. Mesti
munurin er, at amerikumaðurin, uttan mun til fólkaslag og
tjóðskap, fær knøpp 40 % av kaloriunýtslu síni sum djóra*
fitievni, men fólkið í tilafturskomnum londum fær í mesta
lagi 10 °/o av kaloriunýtslu síni sum fitievni, og her er at