Fróðskaparrit - 01.01.1961, Side 33
Serumcholesterolnøgdin hjá Føroyingum
39
kalla bert talan um plantufitievni. Nevnt verður, at mesti
munurin á djórafitievni og plantufitievni er tann, at plantu*
fitievnini hava í sær ómettaðar, men djórafitievnini mett*
aðar, feitar sýrur. Tikið verður fram, at fiskur og tvøst og
spik hava fitievni við ómettaðum feitum sýrum. Fitievnið
cholesterol, ið vanliga er í blóðinum, hevur ivaleyst týdning
fyri æðrakálking. Týðandi granskarar um allan heim hava
prógvað, at mettaðar sýrur skerja cholesterolnøgdina, og
verður tí hildið, at matur, sum hevur fitievni við órnett*
aðum feitum sýrum, kann byrgja fyri æðrakálking. Hetta
er tó ikki endiliga prógvað enn.
Føroyskir matsiðir, serstakliga teir gomlu, víkja ikki lítið
frá matsiðunum úti í víðu verøld, og meðan tað tykist,
sum æðrakálking í hjartaæðrunum er óvanligari hjá Føroya
fólki, enn hjá fólkinum í hinum Norðurlondum, eru serum*
cholesterolstigini hjá lítlum kuti úr fólkinum í Føroyum
kannað. Talan er um 200 serumcholesterolsundurloysingar;
úrslitini eru sett á talvu og hava víst, at stigini eru nógv
lægri enn hjá samsvarandi hissini valdum kuti úr donskum
fólkabólki. Kannsakaða tilfarið er tó ov lítið til, at almennar
ætlanir kunnu setast fram eftir tí. Men meðan tað er ógvi*
liga umráðandi at fáa spurningin rannsakaðan út í æsir, eru
fyrireikingar gjørdar til dyggiligari rannsókn. Ikki bert vís*
indaliga hevur rannsóknin áhuga, men hon kann fáa stóran
týdning fyri Føroyar, tí her eru í landinum tær matvørur,
ið talan er um (fiskur, fiskaúrdráttur, tvøst, spik), og hevur
hetta ikki ongan búskaparligan týdning. Allur spurningurin
má verða lýstur, áðrenn ov seint verður, tí gamlir føroyskir
matsiðir eru um at hvørva, og matsiðir úr øðrum londum
vinna meira og meira á.
SUMMARY
A definition of the notion of life span is given, and reflexions on
factors of importance rising the life span in a socity. It is emphasized
that the single man in spite of all protecting measures is able to live