Fróðskaparrit - 01.01.1961, Blaðsíða 36
Løgting og gildi.
Eftir Knut Robberstad.1)
1. Ólavsøkudagur, hin 29. juli var fastur fundardagur hjá
løgtinginum. Hetta sigur tingbókin 1615—1654, og í løg*
tings» og vártingsbókini 1655—1666 stendur, at teir settu
tingið eftir gomlum siði sjálvan ólavsøkudag.2) í tingbókini
1615—1654 eru nøkur frávik frá teirri ásettu fundartíðini;
víkir nógv frá, verður tingið nevnt »ting og stevna«, ikki
løgting.
Avís orsøk man hava verið fyri, at teir ikki settu løg»
tingið á tí fundardegi, sum var ásettur í lógbók Magnusar
Lagabøtar, — bótólvsøkuaftan hin 16. juni.3) Hesin dagurin
stendur eisini í teimum báðum skinnbókunum við lógbók
Magnusar Lagabøtar, sum skulu hava verið í Føroyum í
miðøldini, onnur hjá løgmanni og hin hjá bispinum.4)
2. í einum brævi, dagfest hin 21. august 1621, frá hægstu
embætismonnum í Føroyum, verður sagt, at ólavsøkan er
tann rætta marknaðartíðin hjá Føroyingum.5) Tað tykist
ikki sera trúligt, at marknaðurin og henda marknaðartíðin
vóru so føst, at tað kundi hava flutt løgtingsdagin frá tí
degi, sum settur er í lógbókini, og til ólavsøku.
3. Løgtingið varð sett úti í Tinganesi, úti, tá ið veður
var til tess, men annars í einum húsi, sum teir kallaðu
■) Professari við lærda háskúlan í Oslo.
2) Sí Tingbókina .615—1654, útg. Einar Joensen, 1953, og Løgtings-
og Vártingsbókin 1655—1666, útg. Einar Joensen, síðu 12.
5) Lógbók Magnusar Lagabøta 1, 1.
4) Stockh. perg. kv. 33 og Lund 12 fol., smb. Norges gamle Love II,
síðu 10.
5) Tingbókin, s. 153.