Fróðskaparrit - 01.01.1961, Page 39
Løgting og gildi
45
5. Tað man hava verið ólavsgildið í Havn, sum hevur
fingið løgtingið burtur frá fyriskipanini um at halda ting»
fund bótólvsøkuaftan.
Tað hevur ligið væl fyri ólavsgildinum, at tingið var
saman í 8 dagar.1) Tá kundu teir halda hátíðir bæði tann
fyrra ólavsøkudagin (29. juli), og ta seinru ólavsmessu (3.
august). Teir munnu hava havt gildisveitslu bæði hesar
báðar dagarnar og hinar, ið hava ligið ímillum har.
Ólavsgildið í Havn man vera eldri enn lógbókin hjá
Magnusi Lagabøtar (1274), annars hevði gildið ikki kunnað
gjørt tað, at løgtingstíðin ikki var bótólvsøkuaftan.
Verður javnføringin við gildið x Hordalandið enn meira
troytt er tað trúligt at Ólavsgildið í Føroyum stavar frá
Ólavi Kyrra (1067 — 1093) ella framman undan. Hetta gildið
má sostatt hava haft samband við ting Føroyinga frá fyrstu
tíð tess.
Samsvarandi gildissamtyktum í Hordalandi skuldi hvør
maður til gildisveitsluna lata so mikið av malti sum ásett
var av Ólavi Trygvasyni og sum fyriskrivað er í kristin*
rætti Ólavs Heilaga skuldi verða bryggjað til heystøl. Henda
Iógfesta brygging er komin í staðin fyri gamlar heidnar blót=
veitslur. Einki er til hindurs fyri at hugsa sær at hesin
siður gongur aftur til ta tíð táið Føroyingar blótaðu Tór
í Tórshavn. Men tá vóru helst bæði ting og blótveitsla
hildin aðra árstíð enn á Ólavsøku.
SUMMARY
In the 17th century the Faroese Lawting (High Court) was held on
July 29th (St. Olav's Day) and during the following week. Each day
in the morning the members of the Lawthing attended divine service,
and the proceedings of the Lawthing were held in the afternoon.
This article deals with the fact that according to the lawbook then
in force in the Faroe Islands the lawthings were to begin on June 16th
') Teir, sum fóru á løgting, tóku við sær mat til 8 dagar, N. An-
dersen s. 191.