Fróðskaparrit - 01.01.1961, Blaðsíða 41
Um landnám Gríms Kambans
í Føroyum.
Eftir Ólaf Halldórsson.
I byrjan Føroyingasøgu verður sagt, at Grímur Kamban
var fyrsti maður, ið bygdi Føroyar, og greitt verður frá í
Flatoyarbók, (Gl. kgl. saml. 1005 fol.), tí handritinum, suin
allar útgávurnar av søguni hava verið gjørdar eftir, at hetta
fór fram á døgum Haralds kongs hárfagra.
Kortini sigur Landnámabók, at sonarsonur Gríms Kamb*
ans Lórólfr smjór, var farin við Hrafna=>Flóka til íslands,
men henda ferðin var undan døgum Haralds hárfagra, og
umframt hetta sigur Landnámabók, at bæði sonur og sonar*
sonur Lórólfs smjórs vóru millum teir menn, sum fyrstir
settu seg niður í íslandi, og eyðsæð er av hesum, at Grímur
Kamban má hava verið langt undan døgum Haralds hár»
fagra. Tá so her aftrat kemur, sum menn vita, at norrønir
menn hava bygt Føroyar um 800 ella stutt aftaná, er ikki
at undrast á, at ymiskir vísindamenn hava illgrunast um
tíðarrokning Føroyingasøgu. Eg skal her bert taka upp tað,
sum Jørgen Steining sigur um hesi mál í grein um elstu
søgu Føroya, ið prentað var í hinum stóra og stásiliga
verkinum Føroyar.') í henni stendur hetta um frásøgnina í
Føroyingasøgu um búseting Gríms Kambans í oyggjunum:
»Føroyingasøga nevnir Grím Kamban fyrsta norrøna land«
námsmann í Føroyum og sigur frá, at tær vórðu bygdar á
døgum Haralds hárfagra; men nú er fyrst at siga, at tað
') Føroyar I-II. Útgivið hevur DansloFærøysk samfund . . . Keyp*
mannahavn 1958.