Fróðskaparrit - 01.01.1961, Síða 42
48
Um landnám Gríms Kambans í Føroyum
er væl undirbygt, at orrustan í Havursfirði, sum gjørdi tað,
at Haraldur fekk harravald, má verða flutt heilt fram til
900, hóast árið 872, sum vanliga verður nevnt, hóskar sera
væl við landnámið í íslandi 874, og síðan er at siga, at
tíðarfestingin Føroyum viðvíkjandi, er heilt skeiv; tí abba*
sonur Gríms verður taldur millum fyrstu landnámsmenn
íslands, og tí mugu vit seta komu hansara til o. u. 825;
hetta hevði eisini borið væl saman við frásøgu Dicuils«.')
Men nú er ikki »heilt skeivt« við tíðarfestingini í Før»
oyingasøgu í hesum føri, men har afturímóti við tekstinum
í Flatoyarbókini.
Grímur Kamban er umrøddur í 1. kapitli í Føroyinga*
søgu. Finnur Jónsson, sum gav søguna út í Keypmanna*
havn 1927 við rannsakaðum teksti, ger í innganginum vart
við, at Føroyingasøga í sínum varðveitta sniði er broytt og
orð skotin inn í støðum. Hann sigur um 1. kapitul: »Der
kan ogsá være spórgsmál om, hvorvidt det 1. kap. ikke er
en senere tilfójelse; . . . Kap. 2 begynder som om det var
sagaens begyndelse.«* 2)
Væl hevur spurningurin, um annaðhvørt 1. kapitul seinni
er lagt aftrat ella hevur hoyrt til hina upprunaliga søguna,
ikki avgerandi týdning í hesum sambandi, men ein roynd
at finna eina loysn kann kortini verða gjørd.
Fyrra helvtin í Føroyingasøgu varð sett inn í hina longstu
søguna um Ólav Tryggvason (Óláfs saga Tryggvasonar en
mesta, her eftir stytt ÓlTr).3) Høvuðshandritið til hesa søgu
er ÁM 61 fol.; tvey onnur handrit, sum her hava týdning,
eru ÁM 62 fol. og Flatoyarbókin. 1. kapitul í Føroyinga=
') Føroyar, bd. I, s. 171.
2) Færeyingasaga. Den islandske saga om Færingerne. Pá ny udgiven
af Det kongelige nordiske Oldskriftselskab [ved Finnur Jónsson]. Køben*
havn 1927. Sjá Indledning, s. IX.
3) Útgivin í Fornmanna sogur, bd. I-III, Kaupmannahøfn, 1825—7,
Flaieyarbók, fórste bind, [ved Guðbrandur Vigfússon og C. R. Unger];
Christiania 1860, og Editiones Arnamagnæanæ, Series A, Vol. 1—2,
Hafniæ 1958—61 (Vol. 3 ikki enn útgivið).