Fróðskaparrit - 01.01.1961, Blaðsíða 47
Bústaður í Eingjartoftum, Sandavági.
(Settlement in Eingjartoftir, Sandavágur).
Eftir Sverra Dahl.
I. INNGANGUR
Veturin 1953 gróvu menn fyri húsagrund í Eingjartoftum
í Sandavági og komu niður á grót, sum teimum tókti vera
toftaleivdir.
Hetta varð beinan vegin kannað1) við tí úrsliti, at Lands^
stýrið samtykti at friða ikki bara henda blett, men heldur
stóran part av lendinum uttanum. Serliga orsakað av tíðar^
krevjandi Kirkjubøarrannsóknini bar ikki til fyrr enn í 1956
at fara undir ta rannsókn, sum her verður sagt frá.
II. STAÐARLÝSING
Tó at við fyrsta eygnabragdi tað ikki sær so út, er Sanda*
vágur brimpláss. Satt er, at land lívir víkini á flestum ættum,
men so mikið meira ger havbylgjan um seg, tá ið Vestm>
havið troðkar seg inn millum Presttanga og Klovning;
tann gamla býlingin á Sondum, á eystara víkararmi, hava
teir gjøgnum tíðirnar flutt longur og longur niðan frá.
Hin gamli býlingurin á Steig stendur so langt uppi og
inni í dalinum, at hann ikki er vorðin nervaður av hesum.
Alt tað ið menn vita um at siga, hava lendingarviður*
■) Jóannes Rasmussen, jarðfrøðingur, gjørdi hesar kanningar.