Fróðskaparrit - 01.01.1961, Side 52
58
Bústaður í Eingjartoftum, Sandavági
minni bygdur, og at rúnarsteinurin helst hevur staðið tætt
við ein bústað.
Við hesum í huga var tað sjálvsagt at friða so mikið
sum gjørligt, nú toftir vóru undankomnar, sum trúliga
høvdu samband við rúnarsteinin, og sum, um so var, høvdu
serstakt virði serliga tí, at tær av honum frammanundan
vóru á leið tíðarfestar. Tað var tí við miklum vónum farið
varð undir hesa rannsókn.
IV. RANNSÓKNIN
Mátingarlinjurnar vórðu av somu grundum settar so, at
tað ber til seinri at seta tær út aftur so víða sum tørvar.1)
Skurðir, (3. mynd). Eitt tað fyrsta var at grava skurðin
y=3m frá ætlaðu grótlaðingini undir Kulluni niðan gjøgnum
staðin, har ið Albert Thomassen greiddi frá, at rúnarstein=
urin upprunaliga lá, og niðan um eystaru húsagrundveitina,
har laðað grót sást ymsar staðir.
Undir svørðinum í øllum skurðinum er heldurtunn mold*
flá; munin tjúkkari er hon, har ið rúnarsteinurin stóð og
omaná toftunum. Hetta er yvirhøvur rein mold allan vegin
niðan, omaná toftunum vóru tó at finna torvkonglar, ímutir
steinar og tunnar øskulindir, í einari var heilt ungt leiríláta=
brot; alt hetta man vera komið út við tøðum við og við.
Niðast við x=S m er grótið, sum sá út at vera laðað; og
helst er hetta grótlaðingin, ið bæði A. W. Brøgger2 og
Mikkjal Á Ryggi14 sipa til. Tað vísti seg nú vera hellan,
sum stingur seg út sum lágur hamarsspjalli við gróti lað*
aðum omaná og omanímóti til tess at hækka hann so mikið,
at teir fingu kulluna slættari. Sum tað sæst er niðan frá
hamarsspjallanum lítil lækki, sum nú var fyltur við mold
niður á morenu, (á tekningini er hann vístur, so sum vit
hava grivið og snøggað hann). Her var tað rúnarsteinurin
!) M. Helmsdal, landsverkfrøðingi, og Jens í Dali, matrikulstjóra, takki
eg vinarliga fyri beinasemi.