Fróðskaparrit - 01.01.1961, Síða 53
Bústaður í Eingjartoftum, Sandavági
59
stóð, og trúligt er, at lækkin annaðhvørt var har framman=
undan, og teir, ið settu steinin, tí hava kosið sær henda
stað, ella at teir hava grivið hann fyri at fáa betri støði
undir steinin. At eitthvørt hevur verið gjørt her, tykist
vera ivaleyst, tí at í moldini omaná morenuni var farri av
sandi, sum tann litli áarløkurin neyvan hevur lagt, men
sum man vera borin hagar.
Uppi við x=17 m hækkar lendið, sum fyrr sagt, í eina
brún; undir vallingini var smágrót laðað til tess at styrkja
um eysturveggin á toftini innanfyri.
Skurðirnir y=J, =5,5 og =8 m vísa, at moldin her liggur
niður á rættiliga javnhøga grótflá, sum seinri vísti seg vera
uppfylling veggjanna millum ivaleyst fyri at fáa javna hædd
og slættan bø. Henda grótfylling lá í 3-4 óregluligum
fláum niður á snøgga helluseting. Oman gjøgnum grót*
dungan sæst ovast øska, (3. mynd, skurður y=5,50 m), sum
her var spjadd víða um; og eitt sindur longur uppi millum
vesturveggin og morenuheyg á x=25 m var heilur 0,35 m
tjúkkur øskudungi við torvkonglum í. Morenuryggurin
stendur á hellu, ið bæði her, og har ið hon kemur undan inni
í toftini, er ísskøvað, (sí skurð y-5,50 m). Toftirnar standa
við øðrum orðum fyri ein part á hellu, fyri ein part á morenu.
Hús I, 4. mynd. Tó at hesar toftir, sum tekningin vísir,
tykjast vera 2 rúm í sama húsi, er, sum vit skulu hoyra
seinri, byggihátturin so ymiskur, at vit heldur vilja greiða
frá teimum sum hvør sítt húsið.
Oman frá morenurygginum á ísskøvaðu helluni má hava
verið ein lægd, sum húsini á sinni eru sett í. At so er,
hava vit 2 prógv fyri, annað er, at tað er so stórur hæddar*
munur millum lendið vestur frá morenurygginum og gólvið
í húsunum, at har hevur verið neyðugt at gera trappu,
(3. mynd, skurður y=5,5 m), annað er, at ísskøvaða hellan
kemur aftur her inni undir gólvhædd, og helst er sama
hellan, ið vísir seg sum fyrr umrøddi hamarsspjallin.
Morenuryggir hava menn fyrr helst ikki fingið gjørt nógv
við, men teir hava kortini dugað at gera sær gagn av teim*