Fróðskaparrit - 01.01.1961, Page 57
Bústaður í Eingjartoftum, Sandavági
63
5. mynd. Hús I og II sædd sunnan; høgrumegin hellusetta skotið og
laðingin upp undir jarðamunin.
(Houses I and II seen south; right, passage paved with stone slabs, and
stone wall built up against moraine hill).
og hevur grivið meginpartin av gólvskónini upp. Ongar
staðir var viður ella farvegur av viði at finna og heldur
eingi stólpahol. Nú eru húsini ikki meira enn 3 m breið
veggjanna millum, og stólpar tí helst ikki heilt neyðugir
til tess at bera tekjuna, sum væl kann hava verið sperrutekja.
Nevnt hevur verið frammanundan, at tað sær út sum
uppundirlaðingin ikki var nógv hægri, enn hon er varð*
veitt. Her mega vit tó gera vart við, at hetta skot, var tað
ikki takt, mangan má hava verið tvørligt í kava og áarføri,
so vakurt og nossligt tað annars hevur verið í góðveðri.
Um so er, at tað var takt og innanhýsis skot, sum vit
kenna tey frá seinri tíðum í Føroyum, mega húsaveggirnir
hava verið heldur høgir. Hvørt sum er, hetta er forvitnisí
ligur fundur fyri húsasmíðsøgu okkara.