Fróðskaparrit - 01.01.1961, Blaðsíða 59
Bústaður í Eingjartoftum, Sandavági
65
6. mynd. Steinsetta gólvið í húsi I og trappan inn niður frá skotinum.
(Paved floor in house I, and door steps down from passage).
rúmi úr viði; viður var ikki beinleiðis funnin har, men
ikki sørt eitt sindur Iongur inn norður frá skilarúminum
og í norðara horninum. Niður við norðanfyri skilarúmið
liggur flatur steinur ella hella, sum má hava verið gáttar*
steinur; helst hava dyr verið her millum størra eystara og
minna vestara rúmið, ið hevur verið eldhús av einum*
hvørjum slagi. Tætt inn móti skilarúminum og suður*
vegginum, er vakurt laðað grúgva (8. mynd), ið er 0,50
—0,35 m víð innan og var á tremur av turrari øsku. Merkis<
vert er, at hon stendur á gólvsteinsetingini, meir at siga
var botnur hennara í hædd við ovara jaður á gólvskónini
vestanfyri. Tað er tí helst, at henda grúgvan er yngri enn
gólvskónin og av tí eisini yngri enn húsini sjálv, og er
laðað av einumhvørjum, sum seinri í tíðini hevur haft brúk
fyri eldstaði her.
Eldstaðirnir, sum hava hoyrt til húsini upprunaliga, eru
annar við landsynningsveggin, har ið stórur øskublettur var,
5