Fróðskaparrit - 01.01.1961, Blaðsíða 61
Bústaður í Eingjartoftum, Sandavági
67
7. mynd. Hús II sæð úr landsynningi. (House II, seen from SE).
V. FORNGRIPIR
Gripirnir hava fingið savnnummar: 3636 og 3717. Teir eru her skips
aðir eftir slagi; fundstaður og nummar eru í flestum førum merkt á
tekningina, 4. mynd.
Fundstað., • nr.
Hús II 11
- II 11
- II 17
- II 18
Leirílátabrot óglarað.
Brot av botni og veggi av flatbotnaðum íláti við reysb
um síðum. Varðveitt hædd 45 mm, tvørmát um botnin
uttan 90 mm, veggirnir yvirhøvur 15 mm tjúkkir. Sbr.
Syðrugøtu.5
Funnið í eldstaði við norðurveggin.
Brot, ímut øðrumegin, 41X40 mm, 10 mm tjúkt.
Funnið í eldstaði við norðurveggin.
Brot, ímut báðumegin, 42X32 mm, 11 mm tjúkt.
Funnið inni við suðurveggin.
2 brot av trom, ið hoyra saman, 71 mm long, hon er
rundað og 5 mm tjúkk, veggurin niðast á teirri 56 mm
høgu varðveittu hæddini 10 mm. llátið hevur verið
o. u. 190 mm vítt um tromina.
Funnið inni við suðurveggin.
Leirílátabrot, glarað.
I 2 Trom, grønglarað innan, 65 mm long.
Funnið í øskulind omaná toftini, man vera komið við
tøðum í seinri tíðum.