Fróðskaparrit - 01.01.1961, Blaðsíða 68
74
Bústaður í Eingjartoftum, Sandavági
at hann er fyrstur maður ið byggir Sandavág ella hann er
fyrstur, ið byggir á hesum staði, sum í dag eitur í Eingjars
toftum. Brøgger2 kemur til tað úrslit, at steinurin er prógv
um »at einaferð á Sverra kongs døgum ruddaði í>orkæl
Ønundarson hetta lendið«, og leggur afturat, at »j?enna
stað« er her og ikki Sandavágur, tí at »tað er ikki hugsandi,
at ið hvussu er nakað av Sandavági ikki var bygt undan
1200«.
Hetta er ógviliga týðandi og forvitnisligur spurningur,
sum ivaleyst er beint at nema eitt sindur við her. Vit hava
enn eingi rannsóknarprógv fyri víkingaaldarbúseting í Sanda=
vági, men sum longu umrøtt í II. parti hava lendis* og
livilíkindi í Sandavági ikki verið verri, í okkara eygum
nógv betri, enn tey í Kvívík4 og Tjørnuvík.8 Her er tí einki
sum talar ímóti slíkari búseting. Fyri henni talar søgan hjá
Svabo14 um Øttishejggj, har maður Øtti nevndur skal vera
grivin; um henda heyg hava vit nú so greiniliga (óprentí
aða) frásøgn frá ti manni, sum velti hann slættan, at vit
tora at siga við so miklari vissu, sum ein frásøgn gevur,
at hetta í roynd og veru var heiðin grefstur, trúliga vikí
ingaaldar. Hann stóð á Giljanesi við mannavegin bygdanna
millum í lendi sum altíð, tað ið nakar veit, hevur hoyrt
til Sandavág.7 Maðurin, ið her varð grivin, man tí í vík=
ingaøld hava búð einhvør staðir í Sandavági, og hví ikki
har á leið, hann varð heygdur?
Fullgóð prógv eru hetta ikki, men lata okkum kortini
hóma, at Sandavágur væl kann hava verið bygd í víkinga*
øld, og er hetta so, man søgan vera tann, at Torkil hevur
fingið »loyvi at rudda sær bólstað her«2 — í Eingjartoftum
— ella, sum ikki er heilt óhugsandi, hevur fingið ein oyðií
garð, sbr. hús II, bls. 12, til búsetingar og hildið tað vera
neyðugt at seta rúnarstein tætt við bústað sín sum ásann*
ingarmerki um »at ruddningur hansara er játtaður at vera
óðalsjørð«,2 fyri komandi ættum.