Fróðskaparrit - 01.01.1961, Page 73
Um herðingarveiku sjálvljóðini i og u
79
døgum heldur — nakra stórvegis samríming við býtið av
i og u í stavsetingini. Her hevur Hammersiiaimb í odd og
egg smíðað eftir fornmálssniðinum.
Tað, at herðingarveikt i og u á føroyskum ikki hevur
verið framborið eins og á fornmálinum ella eins og stav^
seting Hammershaimbs kann fáa ein at halda, hava máh
menn rakt við tíðliga.
Elsta regluliga frágreiðingin um nýggjari føroyskt mál,
ið til er, er uppi í Vejledning til det Islandske eller gamle
Nordiske Sprog, 1811, eftir Rasmus Rask. Við tað, at ein*
asta kelda, ið Rasmus Rask hevði, var orðabókahandrit og
kvæðahandrit hjá Svabo, kann hann einki siga um tey
Ijóðvirði, sum hinir ymsu bókstavirnir umboða. Um sjálva
fonetikkina sigur greinin hjá Rasmusi Rask tí einki uttan
tað, sum lesandi er úr handritum Svabos. Men Rasmus
Rask ger nakrar týðandi ávísingar um herðingarveiku sjálv*
ljóðiní i og u.
»De Slægtskabsord paa ir (eller ur) blive uforandrede
i Dat. og Akk., som: firi Breúir sujn, gjeev mear
Dóttir tujna. Ligesaa Brúur brúdur.
Adskillige Endelser vakle imellem Vokalen i og u; især
synes de at have u i deres kortere Skikkelse, men at an«
tage í, naar de forlænges ved den tilføjede Art. eller desl.,
f. Eks. Hajmur, Hajmirin; Dujmun (et Navn), Gen.
Dujminar; Brinja, <u, Brinjini, *jina; nujggjuni,
nujggjindi niende; edluvu, edlivti; dog findes og u
beholdt, som aa Gótuni.«2
Um presensformar sagnorðanna skrivar Rasmus Rask:
»Skjønt den første Person endes pá í, har dog den anden
og tredie som alleroftest ur, f. Eks. ee sii, tú, han siur,
segi, segir; ee aji, tú, han ajur, ejer (ell. gl. aar, isl. á);
ee hojri, tu, han hojrur (hojrir). Ligeledes bliver En«
delsen ir til ur i mange Smaaord, f. Eks. ivur, ettur
(ettir), undur.«3
Svabo sigur okkum sjálvur, at hann royndi at ganga
eftir háttalagnum hjá Quintilianusi, at stava skuldi, eins