Fróðskaparrit - 01.01.1961, Qupperneq 75
Um herðingarveiku sjálvljóðini i og u
81
Ymis sjónarmið.
Um ein vil kanna framburðin av herðingarveikum i og
u í føroyskum, hevði tað verið hóskandi at greitt nakrar
partaspurningar fyrst. Sjónarmiðini eru nógv at ansa: fon*
etisk, fonematisk, geografisk, søgulig, sociologisk. 011 hesi
sjónarmið hanga hvørt uppi í øðrum, og í málsligari eftirí
kanning kann tað hava fyrimun at taka nøkur av teimum
saman, men ikki ber til at loysa allar spurningar sam*
stundis og eftir sama háttalag.
1. Fonetisk sjónarmið. Hvørjir framburðarsmámunir eru
til, ið svara til skrivað i og u í herðingarveikum stavilsi?
Hvussu virka tey ymissu stigini av veikari herðing á sjálv*
ljóðsframburðin? Hvat hevur tað at týða, um sjálvljóðið
stendur í opnum ella í afturlatnum stavilsi? Hvørja ávirkan
hava fonetisku umstøðurnar (ljóðið undan og eftir) á
framburðin av sjálvljóðinum?
2. Fonematisk sjónarmið. Við fonem meinast málljóð,
t. d. eitt idjóð ella eitt udjóð, har tað, sum týdning hevur,
er, hvussu ljóðið verður uppfatað. Eitt fonem fatar tí um
fleiri ymissar framburðarsmámunir. Viðvíkjandi herðingar*
veikum i og u, ger hetta tað, at t. d. i=fonemið verður
framborið sum ymis U ella edjóð. Tá eg sigi iíframburður
og uTramburður í tí, sum nú kemur, meini eg við fonem=
ini i og u.
1 hvønn mun eru herðingarveikt i og u fallin saman í
eitt fonem? í hvønn mun er til iVframburður av u og u*
framburður av i? Fonematisku sjónarmiðini eru týdninga=
mikil fyri bendingarlæruna og mállærulagið annars.
3. Geografisk sjónarmið. Hvørji frávik eru í framburð*
inum av herðingarveikum i og u — eftir bygdum?
4. Søgulig sjónarmið. Hvat kann fáast at vita um fram«
burðin áður? Hvussu er framburðurin broyttur? Er munur
á framburðinum hjá eldri og yngri ættarliðum?
5. Sociologisk sjónarmið. Hin sanni bygdamálsframburð*
urin kann verða troðkaður til viks av framburði eftir aðrari
6