Fróðskaparrit - 01.01.1961, Qupperneq 76
82
Um herðingarveiku sjálvljóðini i og u
fyrimynd, t. d. lesingarframburði, framburði hjá skúlalærar*
um, útvarpsframburði; framburðurin kann verða »avbrongb
aður« av bygdamálablendingi, av ferðing, flyting o. s. fr.
Háttaløg og kanning.
Fonetisk eftirkanning.
Til tess at fáa yvirlit yvir framburðin av herðingarveikum
i og u í føroyskum havi eg lurtað eftir tí, ið eg hevði á
bandi av føroyskum tali, og sumt havi eg skrivað av við
ljóðskrift. Sumt havi eg sjálvur tikið á band í 1953 og
1961, sumt er bandupptøkur, sum N. Djurhuus og Chr.
Lisse gjørdu í 1955 fyri Institut for Dans Dialektforskning,
og sum eg fekk til nýtslu. Samanlagt er upptøkutíðin um
15 tímar; persónarnir, ið sagt hava frá, eru 57, og teir eru
fólk á øllum aldri og allastaðni úr Føroyum. Tá eg havi
lurtað eftir bondunum, havi eg ikki nýtt sonagraf ella
onnur tól til tess at sýna akustisku eyðkennini hjá ljóð=
inum. Eg havi bert skrivað við ljóðskrift tað, sum eg havi
hoyrt. Og tá havi eg sett tekin fyri hvønn ljóðsmámun,
sum oyra mítt dugdi at skilja hvønn frá øðrum. Ofta havi
eg lurtað 10 ferðir eftir tí sama sagda til tess at skriva
eitt einasta sjálvljóð.
At siga greiniliga frá úrslitunum, eg eri komin til, í hesi
tíðarritsgrein verður ov drúgt. Eisini fari eg at lata prent*
smiðjuna og lesararnar sleppa undan tí stríði, ið Ijóðskrift
mín hevði volt. Men yvirlit er lætt at seta upp og tó
ikki nýta ljóðskrift.
At framburðurin av i og u í herðingarveikum stavilsi í
føroyskum er sera ymisligur, hava nógvir granskarar rakt
við. Fleiri hava eisini greitt frá teim ymsu fonetisku smá*
mununum, ið teir hava hoyrt. Eitt nú hevur Pierre Naert
skrivað upp níggju ymissar framburðir av / og u í herð=
ingarveikum stavilsi.6 í fonetisku avskrivingum mínum av
føroyskum tali á bandi havi eg enn fleiri frábrigdi. Men