Fróðskaparrit - 01.01.1961, Blaðsíða 77
Um herðingarveiku sjálvljóðini i og u
83
henda fína munargerð hevur ikki stórt virði, tá talan er
um einstakar framburðir. Tað er bert, tá ein hevur stórt
fonetiskt tilfar, og tá ein ætlar at kanna skiftini í frams
burðinum eftir teim ymissu fonetisku viðurskiftunum, sum
tey ymissu ljóðini eru í, at so fín skiljing av ljóðsmá*
mununum loysir seg. Og í tílíkari eftirkanning átti sona»
grafur at verið nýttur, so at til bar at máta akustisku
eyðkennini hjá teim ymsu frábrigdunum við náttúrufrøðí
iligum gjøllleika.
Nakrir vanligir framburðir av herðingarveikum i og u
eru: reint idjóð (ofta í endingunum <ir, *ur, ds, dn),
afturlatið edjóð (ofta í heilt herðingarveikum millumstaví
ilsi og í berum endaljóði), opið edjóð (vanligt í berum
endaljóði), »vocal murmur« (neutralt, linliga framborið
sjálvljóð), ymis u*ljóð sum bera á norskt u, danskt u, á
ella ø, og her kunnu hinir ymsu framburðirnir bæði vera
eftir bygdamálum og eftir fonetiskum umstøðum.
Tey ymissu stigini av veikari herðing hava alstóran
týdning fyri sjálvljóðsframburðin. I frágreiðingini, sum nú
kemur, fari eg í summum at gera mun á »levis« (herðingar«
veika stavilsið í orðum við tveimum stavilsum — og síðsta
stavilsið í t. d. báturin — tá orðið er sagt einsamalt,
»leksikalskur framburður«) og »levissimus« (heilt herðingar^
veikt millumstavilsi, t. d. *ur» í báturin í leksikalskum
framburði).
Vanliga hevur endingarsjálvljóðið meiri óvissan framburð
í »levissimus« enn í »levis«. Tað er ofta heilt neutralt,
men nærkast stundum edjóði ella iAjóði og verður tí
heldur uppfatað sum i enn sum u. (Sí meira í fonematisku
eftirkanningini av »levissimus«, bls. 101 og frameftir.)
Sama týdning fyri sjálvljóðsframburðin hevur stigið av
veikari herðing í mótsetninginum millum leksikalskan fram*
burð og samanhangandi tal. í onkrum, ið sagt verður við
fleiri orðum, hanga orðini hvørt uppi í øðrum í longum
ljóðhala, har hvørt einstakt orð ikki er nøkur fonetiska
avmarkað eind. Framburðurin av einum einstøkum orði