Fróðskaparrit - 01.01.1961, Blaðsíða 78
84
Um herðingarveiku sjálvljóðini i og u
kann skifta eftir setningsfonetikkini; serligur dentur kann
vera á tí í setninginum, ella minni o. s. fr. Ofta havi eg
skrivað niður annan framburð av formi í samanhangandi
tali enn í Ieksikalskum framburði hjá sama frásøgumanni.
(Leksikalskur framb. kann eisini vera í samanhangandi
tali, t. d. tá orð standa herd seinast í setningi — og
íhald eftir).
Fonetisku umstøðurnar hava eisini týdning fyri framburð
av sjálvljóði. Rakt er við, at herðingarveikt i og u ofta
fáa opnari framburð í opnum enn í afturlatnum stavilsi.
Jakob Jakobsen helt henda mun vera so reglubundnan,
at hann tekur hann upp í stavsetingaruppskot sítt 1889.7
Dømi: jørene men skattin, vóro og flðtonar men ávur
(= áður). Men munurin er ikki altíð so skilligur. Skilh
igast kennist opnari framburðurin í opnum stavilsi í endanum
á orðinum seinast í setningi. Afturímóti kennist ofta eingin
munur millum opið og afturlatið stavilsi í samanhangandi
tali annars.
Ymisk hjáljóð kunnu virka ymisliga á undanstandandi
ella eftirstandandi sjálvljóð. Fonetisku skiftini hjá enda*
sjálvljóði kunnu ofta verða sett í samband við undam
standandi hjáljóð. Vanliga eru hesi skifti heldur smá, men
viðhvørt kann hesin fonetiska voldi munur gerast so
stórur, at sjálvljóðið í somu ending í ymissum orðum
verður uppfatað sum ólík fonem — i og u. (Dømi um
hetta viðvíkjandi endingini ^ur er í fonematisku kanningini
av ja*sagnorðum og rótorðum).
í hesum, ið eg havi sagt frammanundan, havi eg ikki
gjørt mun á i og u í herðingarveikum stavilsi. í summum
bygdum eru hesi bæði sjálvljóðini samanfallin, men í
summum skilja tey nakað ímillum herðingarveikt i og u.
Munurin á framburði í ymissum bygdum er viðhvørt
heldur stórur. Summir sjálvljóðsframburðir eru bara til í
nøkrum fáum bygdum, aðrir eru vanligir allastaðni. I
summum bygdum verða endingarsjálvljóðini ofta framborin
við skilligum muni á i og u í »levis«, í øðrum bygdum